Í morgun lokala tíð trongdi ein koreanskur maður í 40-árunum seg inn í ein kristnan skúla í býnum Oakland í California og fór at skjóta frá hond.
Løgreglan sigur, at fleiri eru deyð, men tó uttan at seta nakað tal á.
Hendingin fór fram á lítla universitetinum, Oikos University.
Sambært nýggjastu tíðindunum er gerningsmaðurin handtikin.
Fleiri sjónvarpsstøðir hava sent frá skúlanum, og myndirnar vísa stórar løgreglustyrkir í og runt um lítla skúlan. Sambært talskvinnuni hjá løgregluni, Joanna Watson, eru politistyrkir í holt við at evakuera næmingar og starvsfólk á skúlanum, skrivar Los Angeles Times.










