Í fjør vórðu 117 bilførarar tiknir í Føroyum fyri at koyra við kenning, ella ávirkaðir av heiliagi og rúsevnum.
Tað vísa tølini, nú løgreglan hevur gjørt tølini upp
Av teimum 117 bilførarunum sum vórðu tiknir, vórðu tríggir tiknir í sambandi við ferðsluóhapp við persónsskaða.
Hinvegin vórðu 23 bilførarar tiknir í sambandi við ferðsluóhapp, uttan persónsskaða og 91 bilførarar vórðu tiknir í vanliga kanningararbeiðnum hjá løgregluni
Sostatt vórðu eitt sindur fleiri bilførarar tiknir í fjør enn tey bæði undanfarnur árini, men í 2013 vórðu eisini 117 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.
Men tað er ikki sagt, at orsøkin er, at rúsdrekkakoyring er farin at vinda upp á seg, tí hetta kann eisiin verða eitt úrslit at betri løgreglueftirlitið. Og tað kann eisini vera eitt úrslit av púra vanligum sveiggjum, sum eru´i hagtølunum, helst í einum lítlum samfelagið, sum okkara.
Men ein gongd tann rætta vegin eri øllum førum, sum heild er talið á bilførarum, sum eru tiknir við kenning, fellandi, afturímóti tí tað var fyrst í øldini. Tað sama ger seg galdandi fyri talið á bilførarum, sum verða tiknir í samband við ferðsluóhapp við fólkaskaða.
Hesi síðstu árini hevur talið á bilførarum, sum eru tiknir við kenning í samband við ferðsluóhapp við persónskaða, ligið ímillum tríggjar og fimm um árið.
Men árini frammanundan, frá 2003 til 2008, lá talið ímillum 10 og 19 um árið.
Eisini talið á teimum bilførarum, sum eru tiknir fyri at koyra við kenning í sambandi við ferðsluóhapp uttan persónsskaða, hevur verið fallandi hesi síðstu árini.
Tey fyrstu árini hesi øldini lá talið ímillum nøkur og tríati, upp í nøkur og fýrati, men seinni árini er tað heldur lægri við tað, at tað hevur ligið upp ímóti teimum tríati.
her skal leggjast afturat, at hetta er gongdn, hóast talið á bilum er nógv vaksið hesi seinastu árini. Tann fyrsta januar í 2005 vóru 25.248 bilar í Føroyum, men nú eru tað yvir 34.343 bilar í Føroyum.
Annars hevur talið á teimum, sum eru tikin fyri rúsdrekkakoyring hesi síðstu árini, verið:
2002: 159 bilførarar
2003: 194 bilførarar
2004: 168 bilførarar
2005: 160 bilførarar
2006: 179 bilførarar
2007: 199 bilførarar
2008: 165 bilførarar
2009: 140 bilførarar
2010: 99 bilførarar
2011: 115 bilførarar
2012: 126 bilførarar
2013: 117 bilførarar
2014: 105 bilførarar
2015: 107 bilførarar
2016: 117 bilførarar