Fleiri av teimum sum byrja at venja fáa skaðar

Ikki leggja ov hart út, um tú ikki ert vanur við venjing, sigur serfrøðingur

Við einum nýggjum ári fylgja ofta nýggj lyfti og eitt nýggjárslyfti, sum mong gera sær er at verða meir virkin kroppsliga. Men er ein ikki vanur við at venja ella vigar ein ov nógv, so skal ein ansa eftir ikki at leggja ov hart út, sigur Tommy Frisgaard Øhlenschlæger, yvirlækni á Bispebjerg Hospital við Jyllands Posten. 

 

 

Hvørt ár í februar og mars koma fleiri á klinikkina hjá honum, tí tey hava vant ov hart í januar mánaði. Oftast snýr tað seg um skaðar í spongum og liðbondum í knønum, fótum, kokuni og fótunum.

 

 

Ein tann størsti feilurin er at byrja við at renna.

 

 

– Tað typiska er, at tey sum viga ov nógv ella ikki venja halda, at renning er tann besti og einasta rætta slagi av venjing - og tað gongur ov skjótt fram á hjá teimum tá, sigur Tommy Frisgaard Øhlenschlæger við Jyllands Posten.

 

 

Sannleikin er, at ert tú ov tungur ella ikki vanur við at venja og leggur ov hart út, so kann renning gera meir skaða enn gagn, greiðir hann frá.

 

 

– Fleiri av teimum, sum ikki eru von at venja leggjo ov hart út í fyrstuni, og so venja tey hvønn dag inntil tey ikki orka meir, verða ov troytt og fáa skaða, sigur, Peter Krustrup, professari í ítrótti og heilsu á Syddansk Universitet við Jyllands Posten.

 

 

Hann greiðir frá, at tað er umráðandi at hvíla seg millum venjingarnar. Tá vit venja bróta vit musklarnar niður, men teir koma seg og verða sterkari. Tað gongur seinni við spongum og liðbondum, sigur siger Tommy Frisgaard Øhlenschlæger.