Flatskatturin - eitt frontalálop á norðurlendsku samhaldsføstu vælferðarhugsjónina

Flatskattalættin hjá BADH-samgonguni er tann mest ókristiliga asosiala politiska ætlanin, sum higartil hevur sæð dagsins ljós.
Tað er jú aðalhugsjónin hjá Fólkaflokkinum, at samfelagsligur framburður kemur av at fjálga um ríkmannastættina og at eggja til egoismu og sjálvsøkni. Tí er tað eisini eitt aðalmál hjá Fólkaflokkinum at sindra tað samhaldsføstu hugsjónina, sum er aðaleyðkenni fyri norðurlendska vælferðarsamfelagið.
Men hvussu tað eydnaðist Fólkaflokkinum fáa tann fyrrverandi sosialliberala Sambandsflokkin at venda norðurlendsku vælferðarhugsjónini bakið – henda hugsjónin sum t.d. Lisbeth L. Petersen var ein lýsandi talskvinna fyri - og fara upp í høgraradikala harkaliðið hjá Jørgen Niclasen, er mær ein gáta.
Hinvegin undrar tað meg onki, at Jenis av Rana og allar hansara sosialu og bíbilsku lótir eru til sølu fyri einhvønn prís, bara fyri at fáa eina slintru av maktini í sín lut.
Myndin skal lesast soleiðis:
Á vatnrættu botnstrikuni, frá vinstru til høgru, síggjast inntøkubólkarnir. Fyrst tey sum tjena upp til 60.000 um árið. So tey sum tjena 60-100.000 kr, síðani 100-150.000 osv. Og longst til høgru miljonerarnir, tey sum tjena 900.000-1.000.000 kr. osv.

Reyðu stabbarnir vísa hvussu nógvir persónligir skattgjaldarar eru í teim ymisku inntøkubólkunum. T.d. at tað eru 4.157 persónar við eini skattskyldugari inntøku millum 150-200.000 kr.. Og sum tað sæst longst til høgru, at tað eru 191 persónar, ið tjena meir enn 1 mió.

Bláu stabbarnir vísa so, hvussu skattalættin hjá BADH-samgonguni er býttur millum inntøkubólkarnar. T.d. sum tað sæðst av fjórða stabbanum, at teir 4.157 persónarnar, sum hava eina ársinntøku millum 150-200.000, fara at fáa í miðal 63 kr. um mánaðin í skattalætta – meðan tað av næstsíðsta stabba sæst, at teir 77 persónarnir, sum hava skattskylduga inntøku millum 900.000 og 1 mió.kr., fara at fáa ein skattalætta í miðal uppá 6.922 kr. um mánaðin.






Tey á ovastu rókum fáa 100 ferðir størri skattalætta enn tey á niðastu rókum
Hyggja vit fyrst at inntøkubýtinum, so hava 76% av øllum skattgjaldarunum eina ársinntøku niðan fyri 300.000 kr., meðan 13% hava eina ársinntøku millum 300 og 400.000 kr., og so eru tað 11%, ið hava eina ársinntøku oman fyri 400.000 kr. um árið.
Í myndini sæst hvussu flatskattalættin hjá BADH er býttur millum ymisku inntøkubólkarnar í samfelagnum. Her gongur sjón fyri søgn, at nógv tann størsta fjøldin – heili 76% av øllum skattgjaldarunum – fáa onki burtur úr flatskattalættanum.
Men jú longur upp man kemur á inntøkustigan, jú longur upp man kemur á ovastu røkurnar - jú meira fær man í skattalætta: T.d. fáa teir 95 skattgjaldararnar, sum hava eina ársinntøku uppá 800-900.000 kr, í miðal 6.333 kr. um mánaðin í skattalætta. Tað er 100 ferðir so nógv sum tær 63 kr., ið teir 4.157 skattgjaldararnar fáa, ið hava eina ársinntøku millum 150-200.000 kr.
Meira ókristiligt kann tað ikki gerast.
Hans Pauli Strøm, javnaðarmaður