Flakavirkið í Vági er deytt og tí má tað seljast

? Hóast virkið í Vági ikki verður brúkt, vilja Fiskavirking og Framtaksgrunnurin ikki selja tey og sostatt seta tey tær fríu marknaðarkreftirnar til viks, sigur svenning Borg, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð

Fiskivinna í Suðuroy

? Tað er ongin vegur uttanum. Tað stóra flakavirkið í Vági má loysast frá Føroya Fiskavirking
Tað sigur Svenning Borg, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð.
Í Sosialinium herfyri førdi Hans Andrias Joensen, nevndarlimur í Framtaksgrunninum fram, at tað var hvørki Fiskavirking ella Framtaksgrunnurin, sum høvdu skyldina av vánaligu støðuni í Suðuroy.
Svenning Borg grundleggjandi ósamdur.
? Tað eru fyrst og fremst Fiskavirking og Framtaksgrunnurin, sum eru orsøkin til kreppuna í Syðru helvt í Suðuroy.
Tað eru tey, tí tey hava havt tað stóravirkið í Vági stongt alla tíðina, sigur hann
?Fiskavirking og Framtaksgrunnurin hava lagt sína køvandi hond yvir syðru helvt í Suðuroy og tí hava tey alla nógv tað mestu skyldina.

Tora ikki at selja
Hann vísir á, at støðan á flakavirkinum ávirkar alt annað lív í økinum.
? Tað eru so nógv fólk og so nógvar fyritøkur, sum støðan á flakavirkinum beinleiðis ávirkar. Er onki arbeiði á flakavirkinum, rakar tað eisini tær fyritøkur, hvørs virksemi er avleidd av flakavirkinum. Samstundis hava fólk minni pening um hendi og tá rakar handilslívið og tænastuvinnur annars og tað er nú komið hartil, at handlar eru á markinum til at stongja.
Hann spyr eisini, hvussu tað ber til, at Fiskavirking ikki vil selja virkið í Vági, tá ið tað ikki verður brúkt kortini.
Hann er komin til ta niðurstøðu, at Fiskavirking torir ikki at selja virkið í Vági fyri ikki at fáa ein kappingarneyta.
?Við at varðveitavirkið í Vági- og øll hini undir tí almenna, er Fiskavirking sostatt við til at seta marknaðarkreftirnar til viks.
Men er tað ikki í veruleikanum skilagott av Fiskavirking, tí Fiskavirking er ein vinnurekandi fyritøka?
? Fiskavirking er ein vinnurekandi fyritøka. Men eitt deytt virki er ein byrða fyri eina fyritøku og allar vinnurekandi fyritøkur vildu roynt at sloppið sær av við eina byrðu.Torir Fiskavirking ikki í kapping við aðrar, er okkurt sum haltar.
? Fiskavirking eigur at tola og at tora at virka undir vanligum kappingartreytum, sigur formaðurin í Havnarnevndini í Vágs Býráði.

Hava brotið avtaluna
Svenning á Borg somuleiðis til avtaluna frá 21. desember í 1996 um at endurskipa Fiskavirking.
Har stendur, at flakavirkið í Vági skal vera eitt av flakavirkjunum, sum Framtaksgrunnurin skal føra víðari, saman við sjey øðrum navngivnum virkjum, sum eru: Flakavirkið á Tvøroyri, virkið í Havn, virkið á Toftum, virkið í Runavík, virkið á Eiði, virkið í Vestmanna og virkið í Miðvági.
Men tað stendur eisini í avtaluni, at hesi vikini skulu førast víðari í 3-5 ár, so skulu tey seljast áhugaðum keyparum!
? Hetta er ikki gjørt, hóast vit síðani tá hava havt størsta framburð á fiskivinnuni nakrantíð, bæði í fiskiskapi og í prísi.
Sostatt hevur Fiskavirking og Framtaksgrunnurin ikki hildið avtaluna frá 1996.
Ístaðin fyri at gera, sum avtalan áleggur teimum, hevur Fiskavirking tvey stór virki í Suðuroy.
? Virkið í Vági liggur heilt stilt og á virkinum á Tvøroyri verður bara ein partur av orkuni brúkt, so tað verður ikki nógvur fiskur arbeiddur á hesum báðum virkjunum.
Hinvegin vísur Svenning Borg á, at royndirnar vísa, at har ongi virki eru, fara fiskiloyvini eisini.