Flakamaskinurnar aftur at mala í Skopun

Um stutta tíð fáa stívliga 50 fólk arbeiði á saltfiskavirkinum í Skopun, sum longu hevur keypt fyrstu nøgdirnar av frystum toski úr Noregi.

Dagurin, sum skopuningar og sandoyingar annars hava glett seg til í umleið eitt ár, nærkast nú við stórum fetum. Saltsproytan er komin, og tað er upptiðningaraleggið eisini.

 

Á bryggjuni í Skopun stendur frystibingja við 28 tonsum av frystum, norskum línutoski, og avtala er longu gjørd um keypt av nógvum toski aftrat. Fyrstu fiskarnir eru  farnir gjøgnum flakamaskinunar, og um ikki leingi verður virkið mannað við stívliga 50 fólkum.

 

Tað er nú meira enn eitt ár liðið, síðan flakavirkið í Skopun læt aftur. Ráfiskatilgongdin hevði leingi verið minkandi, og sum tíðin gekk, var ikki grundarlag fyri at reka virkið. Ráfiskanøgdirnar vóru minkaðar so nógv, at grundarlagið undir virkinum lá úr 3.000 tonsum og niður eftir um árið.

 

Leiðslan í Sandoy Seafood ásannaði, at okkurt mátti gerast, og sum mánaðirnir gingu, var farið at hyggja upp á aðrar møguleikar. Tað eru virkir í Føroyum, sum hava gjørt royndir við frystum fiski, men tað er neyvan nakað virkið, sum í løtuni burtur av er bygt á framleiðslu úr frystum fiski.

 

Martin Olsen, sum hevur verið virkisleiðari á Sandoy Seafood næstan síðan byrjan, sigur, at nú er alt við at vera klárt í Skopun, og í fyrsta lagi verður hugsað um lættsaltað toskafløk. Men, møguleikin við saltfiskaportiónum er eisini í huganum.

 

- Frysti fiskurin, sum longu er komin til Skopunar og sum eisini er bílagdur, er alt línufiskur, tí vit meta, at línufiskurin verður hvítari í framleiðsluni. Línuveiddur fiskur verður blóðgaður, og minni vandi er tá fyri, at saltfiskurin gerst reyður, sum hann tekur til.

 

Martin Olsen sigur seg vera ógvuliga spentan upp á hesa nýggju framleiðslu á virkinum í Skopun, og hann sigur seg hava góðar vónir um, at hetta fer at bera til og fer at skapa nógv arbeiði á virkinum.

 

- Tað var blivið ov lítið við feska fiskinum, og tí meti eg, at hetta verður ein góð og spennandi loysn fyri fiskavirkið og fyri tey, sum koma at arbeiða á virkinum, sigur virkisleiðarin á Sandoy Seafood í Skopun.