Flaggdagurin (II)

Heri Mohr
-----
Okkara flaggsøga er væl lýst í skrift og í talu. Skrivliga kanska best í 25 ára minnisritinum, sum Hitt Føroyska Studentafelagið gav út í 1935 og so í tí frálíku bókini MERKIÐd: Flaggsøgan, sum Niels Juel Arge (Forlagið Hvessingur) gav út í 1980.
Okkara flaggsøga er vøkur, romantisk, spennandi, dramatisk. Mangan leikti hart á, áðrenn Merkið endaliga fekk almenna viðurkenning í stríðsárunum 1940-1945 og lóggilding við heimastýrislógini í 1948.
Søgan um okkara flagg – Merkið – tók seg upp í Keypmannahavn, har nakrir ungir, eldhugaðir føroyskir studentar funnu hvønnannan.
Tíðarrøðin í okkara flaggsøgu kann í stuttum gerast upp soleiðis:
Í 1919 tóku nakrir føroyskir studentar í Keypmannahavn seg saman til tess at fáa føroyingum eitt veruligt flagg, ið kundi avloysa Veðraflaggið og Tjaldursflaggið. Tann eldhugaði stud.jur. Jens Oliver Lisberg úr Famjin, og stud.teol. Emil Joensen úr Bø, gjørdust sálin í hesari verkætlan. Hesir báðir og stud.med. Pauli Dahl úr Vági, stud.polyt. Louis Zachariasen av Kirkju í Fugloy, og stud.teol. Janus Øssursson úr Havn, hittust regluliga í íbúðuni í Store Kongensgade 92. Nógv uppskot vóru havd á lofti og viðgjørd. So einaferð, tá ið semja var um, at eitt uppskot hjá Jens Oliver Lisberg og Emil Joensen var tað rætta, varð beinanvegin farið til Nordisk Flag og Fanefabrik, sum so seymaði teimum hvør sítt borðflagg. Hesi fløgg vórðu borin fram av Louis Zachariasen á føstugangsveitslu í Føroyingafelagnum 2. mars 1919.
Eitt stórt flagg, frumflaggið, sum Jens Oliver Lisberg hevði latið seymað, varð stungið út av einum vindeyga á Garði (Regensen) í Keypmannahavn, har Emil Joensen búði, áðrenn tað varð vundið á stong í Norðmannadalinum í Fredensborg 2. juni 1919, tá Føroyingafelagið hevði skipað fyri útferð, og okkurt um 100 føroyingar luttóku. ”Stór var frøin, tá ið tað vakra føroyska flaggið kom til sjóndar, har tað stóð og veittraði mitt í dalinum.”
22. juni 1919 vant flaggarkitekturin Jens Oliver Lisberg frumflaggið á stong á fyrsta sinni í Føroyum. Tað var í heimbygdini Famjin. Sama frumflaggið hevur nú í mong ár hingið inni í Famjins kirkju. Frá hesum degi fóru føroyingar so við og við at flagga við ”Merkinum.”
Jens Oliver Lisberg doyði 31. august 1920, einans 23 ára gamal, av tí herviligu sponsku sjúkuni.
Á hansara gravsteini standa orðini eftir Louis Zachariasen:
Ungur fórst tú felagsbróður,
Tú vart drongur aðalgóður.
Janus Djurhuus yrkti við deyða Jens Oliver Lisbergs: Fróður á morgni um fløtur leikti…
Hans Andr. Djurhuus yrkti Kvæðið til merkisins: Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð….
Gunnar Dahl-Olsen yrkti: Reytt sum blóð og hvannahvítt….
Regin Dahl yrkti: Við tær á odda eina ferð…
Ungmannafelagið MERKIÐ varð stovnað í 1920.
25. apríl 1940 kunngjørdi amtmaðurin Hilbert, at føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi alt døgnið, dag og nátt, og at FAROES við stórum bókstavum skuldi málast mitt á báðum skipssíðunum. Umframt FAROES kundi eisini málast FÆRØERNE ella FØROYAR. Sama dag kunngjørdi tað bretska admiralitetið hetta í BBC.
Í 1940-1945 fórust 39 føroysk skip, øll við Merkinum uppi, og stórt tal av børnum gjørdust faðirleys.
Við heimastýrislógini 1. apríl 1948 varð MERKIÐ lóggildað, og eitt drúgvt og tógvið stríð um tað føroyska flaggið var at enda komið.

Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið er ásett, at landsstýrið fyrisetur (fastsætter) flaggdagarnar, og í kunngerð nr. 73 frá 26. juni 1987 er tilskilað, hvørjar flaggdagar landsstýrið hevur fyrisett.
Átti landsstýrið ikki at broytt fyrisetingina soleiðis, at 22. juni verður okkara flaggdagur. Hetta var dagurin í 1919, tá ið frumflaggið flaggaði á fyrsta sinni í Føroyum?

15. mars 1949 varð samtykt at halda alhalgunadag, 1. november, sum minningardag teirra sjólátnu. Í Danmark og Norra varð alhalgunadagur fluttur frá 1. november til fyrsta sunnudag í november fyri 240 árum síðani.
Átti landsstýrið ikki at flutt minningardagin til 25. apríl (flagga á hálvari stong)?
Hesir báðir dagarnir, 22. juni og 25. apríl, eru hornasteinar fram um allar aðrar í okkara flagg- og siglingarsøgum. Og tær – søgurnar og sannleikan – bjargaðu presturin og prósturin J. Joensen og útvarpsstjórin og rithøvundurin N. J. Arge okkum undan gloymsku.
Rasmus Effersøe (1857-1916) yrkti nógv kensluborið og mergjað, sum vónandi ongantíð fer í gloymskunnar hav. Eitt nú:
”Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.”