Siður hevur verið í meira enn 45 ár at halda flaggdagshald í Vági, og er tað
Skótaliðið Royndin sum skipar fyri.
Vanligt er, at flaggdagsrøðan verður flutt fram av kommunu- ella
landspolitikkarum, ella vinnulívsfólkum, sum hava tilknýti til Vág.
Í ár er øðrvísi, tí røðan verður ikki politiskt merkt og felagssangur er eisini á skránnni.
Røðarin, Ingeborg Godtfred, er
ikki politikkari. Hon er fødd og uppvaksin í Vági, gift við einum vágbingi
og býr í Havn. Ingeborg er dóttir Annu hjá John og Hermann á Garðinum. Røðan hjá henni kemur at snúgva seg um hugleiðingar frá barnaárunum í
Vági.
Flaggdagshaldið í Vági byrjar kl 16_30 og er á økinum við minnisvarðan.
Skótar ganga skrúðgongu frá skótahúsinum, oman til Minnisvarðan.
Sangarar úr Ljómi luttaka og skipað verður fyri felagssangi, og kommunan bjóðar ein drekkamunn aftaná í Framtíðini.