Tey eru ikki øll, ið hava hall á kontuni eftir ólavsøkuna ? Systkini Áron, 10 ár, og Ester Vilhelmsen, 6 ár, hava samlað fløskur alla ólavsøkuna. ?Vit byrjaðu tíðliga gjáradagin at samla, og eg samlaði út í eitt, inntil eg fór heim klokkan 23,? sigur Ester.
?Eg samlaði so eitt sindur longri, eg fór ikki heim fyrr enn klokkan 3 ella 4,? skoytir Áron uppí ?Vit finna fløskur alla tíðina. Onkuntíð fáa vit eisini fløskur frá fólki.?
?Vit fara saman við foreldrunum til Danmarkar seinni í summar, so vit ætla at samla nógvar fløskur aftur í dag, so vit hava nógvar lummapengar,? sigur Ester.










