Finst nakað meira drápuligt enn barnafløgur? Nei. Má svarið vera, nú Gummiskuggar leggja út við Grísaflísapætur, har ?pápin átti felliknív/og mamman tríggjar grísar/Pætur rak teir upp á loft/og skar teir so í flísar?...!!!
Ein frálíkt útspæl, har Knút Olsen eigur øll løgini, uttan tað eina, sum Jensina Olsen hevur skrivað. Tað er eisini Jensina Olsen, ið er primus motor á hesi fløguni. Hon syngur eisini flestu sangirnar og spælir eisini fleiri ljóðføri á Grísaflísapætur, har Alexandur Kristiansen er maðurin aftan fyri orðini.
Og lat tað vera sagt beinanvegin. ?Hvat skal eg gera? verður ein klassikari. Ikki minst takkað verið framúrskarandi rappinum frá James Olsen. ?Skal eg fiska hvalin/ella kvala fiskin? rappar ein desperatur James. Nýskapandi ? kanska eitt sindur ov abstrakt fyri smábørn, men avgjørt genialt.
Tónlistarliga trívast oyruni rættiliga væl í gummiskuggum. Serliga kórarrangementini stinga út og eru rytmiskt spennandi. Frálíkt!