Fløgan hjá Glóð seinkað

Nýggi bólkurin hjá Hans Edward Andreasen úr The Dreams, Glóð, skuldi eftir ætlan geva fyrstu fløguna út í gjár, men fløgan er nakað seinkað.

 

Nógvur spenningur hevur verið um nýggja bólkin, sum oddamaðurin í The Dreams hevur gjørt.

 

Bólkurin hevur fingið góð skotsmál frá eitt nú ummælarum í Sosialinum, sum hava hoyrt løgini, hóast fløgan enn ikki er útkomin.

 

Tað var upprunaliga ætlanin, at fyrsta fløgan skuldi koma á marknaðin í gjár, men tøkniligir trupulleikar hava elvt til, at fløgan er nakað seinkað.

 

Enn er ikki greitt nær fløgan kemur á marknaðin, men helst verður tað í ár.

 

Á Facebooksíðuni hjá bólkinum stendur at lesa, at bólkurin ístaðin leggur eitt lag út á YouTube í kvøld.

 

Í bólkinum eru Hans Edward Andreasen, sum syngur og spælir guitar. Edmund í Garði spælir guitar. Rúni Mouritsen spælir trummur og Kristoffur Mørkøre spælir bass.