Fløgan føddist úr sorgini

Tað sum uggar meg, kann kanska vera við til at ugga onnur.
Ta vón hevur Sirikit Jacobsen um fløguna »Lyftið«, ið hon júst hevur givið út

Kvinnan við tí óvanliga navninum er Sirikit Jacobsen úr Leirvík. Hon er 35 ár og útbúgvin sjúkrasystir.

Navnið Sirikit hevur hon fingið frá theilendsku drotningini. Hví foreldrini Mathea og Finnbjørn Hansen valdu at kalla hana Sirikit, veit hon ikki rættuliga, men eisini eldsta systurin Sulamith hevur fingið eitt heldur óvanligt navn.

Spyr ein fólk um Sirikit, eru tey øll á einum máli um, at tað er hon sjálv, sum líkist eini dukku. Sitandi yvirav henni er tað ikki sørt, at tey hava rætt. Hennara vøkru andlitsbrá minna um tær perfektu dukkurnar frá barnaárunum.

Eyguni eru livandi, og hon smílist nógv, meðan hon greiðir frá lívi sínum og fløguni, sum hon eitt sindur óvæntað er komin út við.

– Eg havi skrivað sangir líka síðani eg var átta ára gomul, men eg havi ongantíð hugsað um at geva teir út. Tá eg setti meg í samband við Jákup Zachariassen var tað fyri at goyma teir á eini demofløgu, greiðir Sirikit frá.

Jákup helt, at tilfarið var so gott, og bað hana fara heim og hugsa um hon ikki vildi geva tað út á fløgu.

– Eg fekk ilt í búkin av tankanum, men nú tá fløgan er úti, eri eg sera glað um, at eg havi gjørt tað, sigur hon, men viðurkennur tó, at hon kennir seg eitt sindur nakna, eftirsum fløgan er so persónlig.


Misti sonin

Fólk sum koma framvið borðinum har eg og Sirikit sita á Hvonn, ynskja henni tillukku við útgávuni og viðmerkja, at tey hava hoyrt hana í útvarpinum. Sirikit var gestur í vælkendu sendingini »Tilveru« og greiddi har millum annað frá, tá hon misti eitt barn. Sangurin »Eg varð signað« er um lítla sonin, sum doyði í móðurlívi í viku 28.


Sirikit yrkir soleiðis um hendingina:

»Henda tíðin píndi hjarta mítt so meint,

og teir dreymarnir, eg hevði, hvurvu brátt.

Men eg visti, at til Himmals sonur mín var farin heim,

og ein dag vit saman skulu gleðast har.«


– Tað var ræðuliga hart. Hann var fyrsta barnið, og eg var so spent og glað, sigur Sirikit.

Hon var komin langt í barnsburðinum, men ein dag kendi hon onki lív. Hon sang ein sang, ið altíð plagdi at fáa barnið at røra seg í búkinum. Eisini royndi hon at skumpa undir búkin og at drekka kalt vatn, men onki kendist.

– Eg og svigarindan fóru út á sjúkrahúsið, og har var staðfest, at onki hjartaljóð var.

Sirikit varð skelkað og noktaði at trúgva hesum í byrjanini.

Sjálv føðingin tók heilar tríggjar dagar, av tí at hon ikki var búgvin at eiga í viku 28. Sirikit lá í eini stovu næst føðistovuni og lýsir tað, sum »reinan tortur« at hoyra livandi, grát¬andi børn koma til verðina, meðan hon sjálv lá og bíðaði eftir at eiga eitt deyðføtt barn.

Sonurin var føddur og fekk navnið Markus. Tey høvdu eina lítla jarðarferð fyri honum, og hann hevur sítt egna gravstað, har familjan reguliga vitjar.

– Tað var ein øguligur tómleiki at hava mist hann. Eg ivaðist nógv, um eg nakrantíð fór at gerast mamma, sigur Sirikit.

Hon og maðurin Eiler Jacobsen syrgdu á ymsan hátt, og saman hjálptu tey hvør øðrum á føtir aftur.


Aron og Jósef

Fýra mánaðir seinni gjørdist Sirikit aftur við barn.

– Eg var sjálvandi sera bangin fyri, at tað sama skuldi hendi, so vit vóru til nógvar kanningar, sigur hon.

Men hesaferð gekk alt sum tað skuldi, tá hin nú fýra ára gamli Aron, varð føddur.

Tvey ár seinni kom lítlibeiggin Jósef, ið nú er tvey ár.

Sirikit starvast á Blákrossheiminum, men nú meðan hon hevur arbeitt við fløguni, hevur hon arbeitt niðursetta tíð.

Hon hevur sjálv gjørt øll løgini og lagt orð til tey. Nakrir av sangunum eru grundaðir á Sálmanir úr Bíbliuni.

– David, sum skrivaði Sálmarnir, gjørdi tað eisini nógv í royndartíðum, og tí havi eg funnið nógva troyst í Sálmunum, sigur hon.

Uggi er eitt orð, ið Sirikit oftani vendir aftur til. Hon er glað um, at hennara orð kunnu ugga onkran á sama hátt, sum tey hava uggað hana, tá lívið hevur verið tungt.

– Við at vera opin, kemur tú í samband við nógv fólk, ið hava verið ígjøgnum tað sama. Tað havi eg millum annað upplivað nú, tá eg havi verið í útvarpinum og tosað um mín deyð¬fødda son, sigur hon.

Sirikit smílist og heilsar upp á næstan øll, sum koma inn á Hvonn hendan dagin. Hon hevur búð alt sítt lív í Føroyum, og leiðin til Havnar var tað longsta hon flutti, sigur hon flennandi.

Hon hevur ongantíð havt nakran útlongsul, men nú eru tankarnir um at flyta uttanlands eina tíð farnir at spíra. Men nær tað verður er óvist, nú eru tað børnini og familja, saman við sanginum, ið tekur tað mesta av hennara tíð.


»Ja, mín Gud, Tú grøddi míni djúpu sár,

og Tú gav mær aftur tvífalt tað Tú tók.

Nú er gleðin stór í hjarta mínum, Gud eg takki Tær,

eg varð styrkt ígjøgnum alt vit Tíni kraft.«