Flóðaldan minni enn væntað

Flóðaldan frá jarðskjálvtanum úti fyri kilsku strondini hevur ikki verið so stór, sum serfrøðingar stúrdu fyri. Fyri einum lítlum tíma síðani komu tær fyrstu aldurnar til Hawaii-oyggjarnar, men tær vóru ikki meiri enn ein metur høgar og gjørdu ongan skaða, sigur CNN.

Myndugleikarnir á Hawaii-oyggjunum høvdu fyrireikað seg væl. Longu frá morgunstundini fóru ávaringarlúðrarnir í gongd, og fólk fingu boð um at halda seg burtur frá strondini. Samstundis fóru skip og bátar út frá landi at liggja.

Myndugleikarnir í Kili siga í kvøld, at jarðskjálvtin hevur kravt minst 224 mannalív. Harumframt hevur skjálvtin gjørt stóran skaða á bygningar og vegir.