Flogbóltur
Eins og vanligt, so skipar flogbóltsfelagið, Fleyr, aftur í ár fyri FK-kapping hjá teimum yngru.
Kappingin verður komandi vikuskifti, og verður sagt frá Fleyr, at 88 lið hava boðað frá luttøku. 32 dreingja- og 56 gentulið.
Av tí at somikið nógv lið hava boðað frá luttøku, er gjørt av, at byrjað verður longu fríggjakvøldið, tá kvinnu- og mansunglingar saman við gentum 16 ár skulu royna seg.