Tað hevur facebook-síðan Elbilar í Føroyum roknað seg fram til, nú tølini frá Akstovuni um bilasølunar ársins fyrstu níggju mánaðir eru komin.
38 prosent er munandi meira, enn í fjør, tá sløk 26 prosent av seldu persónbilunum vóru elbilar.
Sum vit skrivaðu á in.fo í gjár, so hevur bilasølan verið lakari í ár enn í fjør. Higartil eru seldir 102 persónbilar, sum er ein triðingur minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá 152 persónbilar vóru seldir.
Hetta hendir samstundis, sum sølan av elbilur veksur.
Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis sambært tølunum hjá Elbilar í Føroyum:
Bensin: -96 í mun til fyri einum mánaði síðani
Diesel. -31 í mun til fyri einum mánaði síðani
Bensin HEV: +1
Bensin PHEV: 0
Diesel HEV: 0
1. september í ár vóru 27.853 persónbilar á vegunum.
1. oktober eru 27.793 persónbilar, tað eru 60 færri bilar á vegunum eftir einum mánaði.
Tað merkir, at 99 færr persónbilar við útstoyti eru á føroysku vegunum eftir einum mánaði.
Samlaði persónbilaflotin í Føroyum er øktur við 202 bilum í ár – og tað eru skrásettir 341 elpersónbilar í ár.