Mánadagin verða nýggju spælitroyggjurnar hjá enska stórfelagnum Manchester United settar til sølu. Sniðið á troyggjuni er rættiliga afturlítandi, tí troyggjan heiðrar fyrstu klæðini, sum United spældi við á Old Trafford fyri 100 árum síðani.
Eitt svart V er á bringuni á reyðu troyggjuni, sum verður seld í millióna tali kring heimin.
Enska blaðið The Sun heldur lítið um nýggju spælitroyggjuna, og blaðið hevði ikki trupult við at finna United-fjepparar, sum halda tað sama.
- Hatta líkist meira einari rugby-troyggju, og hatta sær eitt sindur amerikanskt út eisini, sigur ein United-fjeppari við The Sun.
Spælarunum dámar væl nýggju troyggjuna.
- Eg hugsi um V fyri Victory, og vónandi kunnu vit vinna allar dystir, sum vit spæla í hesari troyggjuni, sigur Ji-Sung Park.










