Jan Christiansen
Tað kann vera vatn,vindur ella hitin frá eini brennistøð. Hetta er eisini hugsan fólkafloksins, og verður avlopshitin frá brennistøðini á Sandvíkihjalla brúktur til upphitan av húsunum í Hoyvíkshaganum.
Sjálv skipanin roynist væl, men kortini er ávís ónøgd millum brúkararnum av fjarhitaskipanini. Hvat er so grundin til hesa ónøgd? Svarið er, eftir mínum tykki, fyrst og fremst manglandi samskifti millum brúkararnar og fjarhitafelagið. Kommunan hevur kravt, at brúkararnir eru knýttir at fjarhitaskipanini og frátekur sostatt borgarunum, í ávísum býarparti, sjálvi at velja veitara av hita til húsini. (monopolstøða).
Prísurin er ov høgur og ógreiður meta brúkararnir, og vilja nágreinuliga fáa at vita, hvussu hitafelagið kemur til kostnaðin, ið hitin verður seldur fyri. Tað má sigast vera eitt rímuligt krav, serliga tá hugsað verður um, at kommunan hevur tilskilað, at fjarhitabrúkararnir ikki skulu rinda meira, enn um teir nýttu olju sum brenni.
Eg ætli ikki her at meta um, hvør hevur rætt, fjarhitafelagið ella brúkararnir, men rættast má uppá samskiftið millum partarnar. Tað at stórur partur av borgarum í býnum ganga runt við fatanini av, at teir verða órímuliga viðfarnir av kommununi, má fáast av vegnum.
Fáast má í lag fundur millum partarnar, so at møguligar miskiljingar kunnu fáast av vegnum, so at vit kunnu fáa nøgdar brúkarar av fjarhitaveitingini. Um eingin semja fæst, millum fjarhitafelagið og brúkararnar, um ásetanina av prísinum fyri fjarhitan, so síggji eg einastu ráðini verða, at heitt verður á fakfólk, um at kannað prísásetingina. Fyriskriftin má verða, at brúkararnir av fjarhita, ikki rinda meira fyri hitan enn restin av býnum ger.
Ikki má tað henda, at fjarhitaveitingin ikki framhaldandi verður útbygd, so at enn størri partur av avlopshitanum hjá brennistøðini kemur til rættis, til frama fyri umhvørvinum.