Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar í kvøld. Heima í Klaksvík fáa stórfavorittarnir hjá KÍ vitjan av HB, sum fyri góðum tveimum vikum síðani megnaði at fáa eitt gott úrslit haðani. KÍ vann dystin 2-1.
Í Leirvík verður ein eysturoyaruppgerð ímillum Víking og B68/NSÍ. Tey bæði liðini, sum eru jøvn á 2. plássi í landskappingini, AB og B36, eru eisini í dysti í kvøld. AB fær vitjan av ÍF, meðan B36 skal á vitjan hjá Skála.
Fjórðingsfinalur:
Víkingur - B68/NSÍ, kl.19:00
Skála - B36, kl.19:00
AB - ÍF, kl.19:30
KÍ - HB, kl.19:30