Fjórðings millión krónur um mánaðin til sendiumboð

Føroyski skattgjaldarin rindar hvønn mánað 248.000 krónur í løn til føroysku sendiumboðini. Tað sæst í svarinum, ið Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, hevur til §52a fyrispurningin hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmann fyri Sjálvstýri, um føroysku sendimennirnar.


Í svarinum upplýsir landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum, at lønin hjá sendiumboðunum er skipað í tveir partar.


- Føst løn, ið verður skattað eftir vanligum reglum, og ein skattafrí útiviðbót, sum er ein afturbering fyri meirútreiðslur av ymiskum slag, ið útsend hava av at arbeiða í øðrum londum. Viðbótin er í ein ávísan mun tengd at familjustøðuni hjá hvørjum einstøkum sendifólki, skrivar Poul Michelsen.


Sambært landsstýrismanninum, so er netto mánaðarliga inntøkan hjá sendiumboðnum í Brússel 44.000 krónur, sendiumboðið í London 54.000 krónur, sendiumboðið í Moskva 55.000 krónur, sendiumboðið í Reykjavík 54.000 krónur og sendiumboðið í Keypmannahavn 41.000 krónur.