Seinast kunngjørda navnið á Fjarða Festivalinum 2008 er Torkil Mørkøre, hann er dagliga leiðari í svimjihøllini í Klaksvík, og var kunngjørdur til festivalin 20. august.
Afturat sær, hevur hann til festivalin, Kristoffur Mørkøre, Høgna klakkstein, Jóan Petur (beddi) Hansen, Mikkjal Hvannastein og Leiv Vitalis. Teir eru allir úr Klaksvík, so talan er um ein, lokalan bólk, sum tey siga har norðuri.
Verið fyrr
Torkil Mørkøre hevur fyrr spælt á festivalinum. Á fyrsta sinni var hann við undir egnum navnið, og spældi tá serliga løg av fløguni, A matter of Time, sum hann gav út í 1999. Síðani tá hevur hann verið í sangbólkinum Vitin, sum luttóku á Fjarða Festivalinum í 2006 og í 2007.
Hesa ferð er hann aftur við, undir egnum navnið.
- Fløgan eg gav út í 2001, var ein dreymur eg leingi hevði havt. Hon var nokk so amerikonsk. Men síðani eg gav fløguna út, havi eg flutt meg eitt sindur longur tann popputta vegin. Sum kanska minnir eitt sindur um Sting. Men á festivalinum fari eg eisini at spæla okkurt av fløguni, so fólkið hoyrir okkurt tey kenna.
Íblástur allastaðni
- Tað er øgiliga týdningarmikið, at mann sum orð- og lagskrivari leggur seg eftir at nýta tann íblásturin mann fær.
Fyri góðum árið síðani gjørdist dóttir Torkil sjúk, hann greiðir frá, at teir fýra mánaðirnar hann var niðri í Danmark við dóttrini, skrivaði hann nógv.
- Ofta er tað so, at tá ið mann hevur fulltíðarstarv og familju, hevur mann ikki veruliga tíð til at skriva tónleik og lata seg inspirera, sigur Torkil Mørkøre
Um tekstirnar, sigur hann, at teir eru um lívið sum heild. Hann metir teir vera leitandi á onkran hátt.
- Øll leita eftir onkrum í lívinum, verið seg kristin ella ikki, og tað er eisini hesum eg leiti eftir, við mínum kristna grundarlagi. Íblásturin til tekstirnar kemur úr persónligum upplivingum og umhvørvinum sum heild, sigur Torkil Mørkøre.
Ikki ætlanin
Tað var ikki upprunaliga ætlanin, at Torkil Mørkøre skuldi spæla á Fjarða Festivalinum. Men sambært heimasíðuni hjá festivalinum, heldur Torkil Mørkøre altíð eitt høgt støði, og tað er orsøkin til, at fólkini kring festivalin, eru fegin um at hava hann við.
- Eg var til eitt brúdleyp, tá Eyðun Jacobsen, kom yvir og spurdi um eg kom at spæla á festivalinum, er frágreiðingin, Torkil Mørkøre kemur við um, hví hann er á Fjarða Festivalinum á fjórða sinni.










