- Vit hava ongantíð váttað ella avsannað tíðindi um møguligan landsliðsvenjara, og vit standa tí spyrjandi.
Soleiðis sigur Høgni í Stórustovu, formaður í FSF, við heimasíðuna hjá Norðlýsinum í dag. Portalurin hevði í farnu viku atkvøðugreiðlu um, hvønn fólk av teimum trimum uppskotunum ? Luka Kostic, Flemming Serritslev og Colin Calderwood ? ynsktu sum komandi landsliðsvenjara. Fólkið valdi seinasta nevnda, men skotin gjørdi fyrr í dag avtalu við Newcastle. Tí er ivasamt, um hinir báðir venjararnir, sum fólkið hevur vrakað, hava hug at koma til Føroya.
- Tað er greitt, at hetta er sera óheppið. Men vit lýta frameftir og vóna at fáa hetta arbeiðið frá hondini fyrst í komandi viku, sigur Høgni í Stórustovu, sum sambært Norðlýsinum, metir tað verða óheppið, at ymsir venjarar vóru viðgjørdir í fjølmiðlunum.









