Niels Uni Dam
????
Miðlahúsið í Vágsbotni legði hart fyri, tá tveir av bestu kjakmonnum í danska fjølmiðlaheiminum leygarkvøldið hildu trapputing. Føroysk fjølmiðlafólk, stór og smá, og onnur áhugað, vóru savnað í hugnaligu hølunum í Vágsbotni fyri at hoyra hesar navnframu harrarnar. Men eisini fyri at uppliva hetta nýbrotið í føroyskum kjaki.
Ábyrgdarblaðstjórin Jan Müller greiddi frá tankanum handan trapputingið, at skapa størri og betri kjak í føroyska samfelagnum. Ætlanin er at hesar kjakløtur skulu verða millum ein og hálvan annan tíma til longdar. Pallborðslutakararnir hava framløgur, og møguleiki er hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Hans Engell legði fyri við at siga, at hann ongantíð hevði sæð fjølmiðlarnar sum eitt statsveldi. Eitt statsveldi hevur heilt aðrar skyldur enn fjølmiðlar, og fjølmiðlar hava aðrar skyldur enn eitt statsveldi. Hann vísti á, at sjálvt um Javnaðarflokkurin eigur Sosialin, so er tað ikki Sosialurin, sum situr í samgongu.
Fjølmiðlar hava skyldu at finnast at, um t. d. eldrarøktin er av ov lágari góðsku, ella um sjúkrahúsini ikki eru nóg góð. Men fyri tað noyðist fjølmiðlafólkið ikki at finna sparingar, sum kunnu fíggja eina betri eldrarøkt ella sjúkrahús.
Public Servic er týdningarmikið
Georg Metz var samdur í, at fjølmiðlar ikki eru eitt statsveldi. Men metti, at fjølmiðlar kanska eiga at verða tiknir við í eina nýggja grundlóg. Hetta fyri at tryggja óheftar fjølmiðlar. Fjølmiðlar hava sera stóra ávirkan, og alneyðugt er at tryggja sær, at teir kunnu virka frítt. Her eru public service miðlarnir sera týdningarmiklir, og eiga at verða varðveittir. Public Service noyðist ikki altíð at undirhalda, og eigur ikki at lata seg kroysta av marknaðarkrøvunum. Public Service eigur so ikki at undirhalda naivt.
Øssur Winthereig spurdi, um Georg Metz veruliga helt, at Public Service noyddist at vera so smalt. Hann helt ikki, at arbeiðið hjá Public Service miðlunum gjørdist lættari av, at mentanarelitan setti krøv um, at tey skuldu senda smalt tilfar.
Georg Metz segði, at sjálvt smá hyggjaratøl sum t. d. 50.000 í Danmark eru høg tøl, talan er um nógv fólk. Public Service hevur eisini skyldu at vísa fólki sendingar, sum tey ikki vistu, at tey vildu síggja.
Sonny Smith spurdi, um Public Service ikki var vorið nakað diffust.
Georg Metz svaraði, at Public Service í Danmark var í upploysn, Anders Fogh Rasmussen hevur sagt: »Vit eru troytt av smaksdómarum«. Hetta er fjas, tí øll siviliserað samfeløg brúka fakfólk til at ráðgeva sær.
Hví er týdningarmikið
Metz segði, at øll kundu skriva, at tvey flogfør rendu á nøkur háhús í New York. Men tað áhugaverda og týdningarmikla er, hví tey rendu á háhúsini. Men alt ov nógvir fjølmiðlar eru heilt ókritiskir og fáast ikki við, hví hetta hendi.
Ov fittir fjølmiðlar
Hans Engell hugleiddi um fjølmiðlarnar í Norðanlondum livdu upp til sínar skyldur. Hann helt, at sum heild vóru fjølmiðlarnir ov fittir. Politikkarar, flokkar, virkir og stovnar hava øll spindoktorar og kunningarfólk, sum liva av at villleiða fjølmiðlafólk. Umleið helvtin at fjølmiðlaútbúnum fólki livir av at villleiða hina helvtina, og hetta eydnast ofta væl.
Einki journalistiskt fak
Georg Metz umrøddi hetta sama »spinnið«. Hann helt tað vera rættuliga ræðandi. Sjálvt um fjølmiðlaútbúgvingarnar gerast alsamt betur, so berjast fjølmiðlafólk eitt hart stríð. Fyrr var talan um eitt »journalistisk fak«, men nú er hetta avloyst av einum miðlaumhvørvi. Fjølmiðlafólk skifta millum miðlar og fyritøkur og aftur til miðlar. Hann nevndi, at fjølmiðlafólk t. d. skiftu frá Information til eitt annað blað, víðari í sjónvarpi, síðani til eitt sodavatnsvirkið sum kunningarfólk, til spindoktarastarv hjá einum politikkara, til blaðstjóra á BT og til endans blaðstjóra á Se og Hør. Tá hann so viðmerkti, at hann ikki hugsaði um nakran serstakan, flentu fólk. Núverandi blaðstjórin á Se og Hør, Henrik Qortrup, passar væl til lýsingina.
Georg Metz metti hetta verða ein stóran trupulleika. Ung fjølmiðlafólk kunnu kenna seg kroyst til ikki at verða nóg kritisk. Tí tey kunnu missa møguleikan fyri einum starvið í framtíðini. Hetta er sambært Metz tað mest ræðandi: At fjølmiðlarnir, gloyma at hyggja kritiskt at sær sjálvum.
Vakurleiki er størsta dygdin
Leif Láadal spurdi, hvussu fjølmiðlarnir skuldu hyggja at støðum sum tí í danska Javnaðarflokkinum. Har óroynda, men vakra Helle Thorning Schmidt vann á roynda Frank Jensen. Har man velur vakurleika fram um dugnaskap. Hans Engell helt ikki, at tað var so svart og hvítt í hesum málinum. Hetta hevði líka nógv at gera við, at Helle Thorning-Schmidt er nýtt blóð, meðan Frank Jensen er eitt kent andlit. Flokkurin hevur tapt tvey val á rað, og tí vilja fólk hava broyting í.
Men Helle Thorning-Schmidt hevði sjálv sagt Hans Engell frá, at hon var kløkk av, hvussu ágangandi fjølmiðlafólkini vóru undir formannsvalstríðnum.
Georg Metz segði, at eingin ivi er um, at útsjónd hevur nógv at siga, og at Stauning t. d. ongantíð hevði verið valdur nú á døgum.
Seta dagsskránna
Ekstrablaðið, har Hans Engell er blaðstjóri, verður ofta ákært fyri at verða ov nærgangandi. Men Hans Engell var stoltur av, at blaðið seinasta árið hevur haft 40 forsíðir, sum hava sett dagsskránna, og skapt kjak. Hann nevndi dømið um ein borgarstjóra, sum hevði brúkt pening ætlaður teimum heimleysu til at ferðast saman við konuni fyri. Ekstrablaðið hevur harafturat júst vunnið eina rættarsak, aftan á at tey hava avdúkað, at reinleikakrøvini ikki vórðu hildin á donskum svínaslátursvirkjum.
Hans Engell segði, at orsøkin til, at teir megna at liva upp til krøvini um óheftan tíðindaflutning, og eru við til at seta dagsskránna er teirra fíggjarliga orka. Ekstrablaðið er tað danska tíðindablaðið, sum hevur stórst yvirskot. Hetta fíggjarliga rásarrúm tryggjar ímóti óneyðugum trýsti.
Hann vildi verða við, at Ekstrablaðið setti dagsskránna í so stóran mun, at sjálvt Georg Metz las blaðið av og á. Georg Metz segði, at hann lesur Ekstrablaðið hvønn dag. Men, at hann onkrar dagar, angrar, at hann ger tað.
Okkurt frá kommununi
Georg Metz greiddi frá, tá hann var blaðstjóri á Information. Blaðið hevði 50 ára hátíðarhald, og hann var í Aalborg og helt røðu. Aftan á røðuna fór hann inn í eina kiosk og bað um Information. Tann ungi maðurin handan diskin sá heilt ørkymlaður út og spurdi, um tað var okkurt kommunan gav út? Information hevur ikki tí somu slagkraftina, sum Ekstrablaðið, men hevur alíkavæl týdning.
Øssur berjist ímóti kapitalismuni
Øssur Winthereig spurdi, um privatar fjølmiðlafyritøkur høvdu nakran møguleika at vera objektivar, tí teir altíð skuldu vísa eitt yvirskot.
Hans Engell svaraði, at Øssur berjist móti kapitalismuni allastaðni, bæði í Føroyum og í Danmark. Men at man ikki kann tosa um bløð, sum verandi góð forrætning. Sjálvt tey bløðini sum vinna pening, vinna so lítið, at tað ikki er fíggjarliga nøktandi. Blaðútgáva er ringt business. Men bløð eru týdningarmikil fyri samfelagið, og tí gongur tað. Eingin nevnd fer at blanda seg í objektivitetin, tí hann er ov týdningarmikil.
Eyðun Andreassen spurdi, um Hans Engell og Georg Metz, hondina á hjartað, ongantíð høvdu tikið vinnulig atlit ella atlit til nevndarformannin, tá teir valdu tíðindaflutning. Hans Engell segði, at tað hevði hann ikki. Hetta varð lýsingadeildin av og á ónøgd við. Men hetta hevur eitt figgjarliga sterkt blað ráð til. Nevndin hevði heldur ikki funnið upp á at blandað seg.
Georg Metz segði, at hann einaferð hevði havt ein nevndarformann, sum eisini var formaður í einum pensiónsfelag. Tá fegnaðist hann um, at hann ikki hevði fakliga kunnleikan til at skriva eina grein um pensiónskassar.
Skeivur maður pedofilur
Ekstrablaðið tapir sambært Hans Engell ikki longur serliga nógvar rættarsakir, men sjálvandi henda feilir. Her er eitt tað ringasta dømið, tá Ekstrablaðið her fyri hevði skrivað um ein pedofilákærdan mann, og høvdu sett eina mynd av einum sjónvarpsverti, sum æt tað sama sum tann ákærdi á forsíðuna. Engell segði, at í sovorðnum førum er neyðugt at fara beint út at biða orsaka og seta umbering í blaðið. Sjónvarpsverturin varð sjálvandi bæði skakkur og illur, og tað var sjálvandi eisini væl skilligt.
Manglandi sjálvkritikkur
Jóanes N. Dalsgaard spurdi, um fjølmiðlafólk ikki áttu at verða meira sjálvkritisk. Hann helt, at hvørja ferð onkur fanst at einum fjølmiðlafólki ella teirra arbeiðshátti, so fór antin fjølmiðlafólki ella onkur á miðlinum í bløðini við einum verjuskrivi.
Hans Engell segði, jú, tað er alneyðugt at fjølmiðlar eru sjálvkritiskir, og á Ekstrablaðnum verður ikki sett svar til lesarabrøv, sum eru kritisk ímóti blaðnum. Ikki uttan so, at manglandi svar tykist forhánisligt. Í mest møguligan mun skal kritikkarin fáa síðsta orð.
Hans Engell greiddi frá, at tvey fjølmiðlasamtøk eiga 90% av donsku tíðindabløðunum, og hetta er ein trupulleiki, tí sjálvt um bløðini í einum samtaki finnast at hvør øðrum, so er kritikkurin ongantíð ordiliga naskur.
Manglandi fjølbroytni
Hans Engell helt, at tað er sera hugvekjandi, at øll tey størru donsku bløðini eru antin sosial liberal, ella borgarliga liberal. Hóast Javnaðarflokkurin enn er næststørsti flokkur í Danmark. Í ES málinum er enn løgnari, hóast helvtin av donsku veljarunum ætla sær at siga nei í ES atkvøðugreiðsluni, so viðmæla øll dagbløðini eitt ja.
Luitjen Apol spurdi, hvussu eitt óheft blað kundi viðmæla ja ella nei í eini ES atkvøðu. Hans Engell segði, at blaðið hevði meiningar, so tað var ikki óheft á tann hátt. Men hevði ikki skyldu til at siga ja ella nei, hetta var ein umhugsað avgerð, á hendan hátt var blaðið óheft.
Hittust aftur
Hetta var fyrstu ferð, at Luitjen Apol og Hans Engell hittust síðan fyri 19 árum síðan, tá Luitjen Apol og onnur friðarfólk steðgaðu táverandi danska verjumálaráðharranum í at sleppa inn í Tinganes. Hans Engell segði, at hann mintist væl hendingina, og at táverandi løgmaður Atli Dam, hevði verið illa við av støðuni.
Tá hálvur annar tími var liðin var fyrsta trapputingið av.
Vit kunnu bara við spenningi bíða eftir næsta tingi.
?????????
Georg Metz
Georg Metz lívbjargar sær sum fyrilestrarhaldari og rithøvundur. Harumframt skrivar hann klummir og leiðarar á danska tíðindablaðnum Information. Metz hevur drúgvar royndir úr fjølmiðlaheiminum, og hevur áður verið blaðstjóri á Information og redaktionschef á TV-avisen.
????
Hans Engell
Hans Engell er ábyrgdarblaðstjóri á Ekstrablaðnum. Harumframt er hann vanligur viðmerkjari á sjónvarpsrásini DR2. Hans Engell fór eftir fleiri ár sum fjølmiðlafólk upp í politikk. Hann var m.a. ministari í Schlütherstjórnini. Tá Poul Schlüther fór frá, gjørdist Engell floksformaður hjá Konservativa Fólkaflokkinum. Hann tyktist sum eitt gott boð til starvið sum forsætisráðhárri. Eitt kvøldið á veg heim í bili rendi Engell í fyllskapi á. Hann fór beint frá sum floksformaður, og skjótt eisini burturúr politikki.