Fjølmiðlakommissjónin er væl skikkað til sín arbeiðssetning

Í grein í bløðunum verður funnist at landsstýriskvinnuni fyri ikka at hava sett fólk í fjølmiðlakommissjónina, sum veruliga arbeiða sum fjølmiðlafólk.

Eg kann vissa greinskrivaran um, at landsstýriskvinnan í hesum máli hevur hugsað seg sera væl um, og hevur eisini umhugsað at seta eina breitt samansetta kommissjón, ið umboðar ymsar miðlar, starvsbólkar, áhugabólkar o.o. Men nógvar royndir vísa, at tað kann vera sera trupult at arbeiða í eini nevnd, ið er mannað við virkandi fólki, sum skulu umboða so nógv ymisk og mótstríðandi áhugamál, ikki minst peningalig áhugamál.
Tí havi eg valt at manna eina nevnd, sum er óheft av fjølmiðlunum, og sum hevur neyðuga vitan, førleikar og royndir at greiða sín arbeiðssetning. Samstundis havi eg álagt nevndini at skipa so fyri, at avvarðandi fyritøkur, stovnar, feløg o.o., ið onkursvegna varða av ella arbeiða í miðlaheiminum, verða hoyrd og fáa møguleikar at føra síni sjónarmið fram fyri fjølmiðlakommissjónina.
Eg ivist ikki í, at hetta er rætta manningin til at greiða tann arbeiðsseting og svara teimum spurningum, ið eg havi sett. Var arbeiðssetningurin ein annar, var manningin ein onnur.
Samanumtikið skal fjølmiðlakommissjónin viðgera 3 høvuðsspurningar:

Skal kringvarpsbygnaðurin vera sum hann er, ella t.d. umskipast til eitt alment partafelag e.l.
Hvussu kann Kringvarpið fíggjast í framtíðini, samstundis sum vit á bestan hátt tryggja eitt úrval av privatum fjølmiðlum
Skulu vit velja annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service-tænastur
Talan er um yvirskipaðar spurningarnar, sum fevna um nógv fakøki, og nógv ymisk seráhugamál eru knýtt at teimum spurningum, sum settir eru, alt eftir hvønn leiklut ymsu partarnir hava, og hvørjum miðli, partarnir eru knýttir at.
Tey, sum manna fjølmiðlakommissjónina, hava breiðan serkunnleika innan miðlavísind, journalistikk, løgfrøði og búskaparfrøði, marknaðarføring og lýsingar, umframt praktiskar førleikar innan útvarps- og sjónvarpsarbeiði, bæði í Føroyum og uttanlands, og innan blaðmannaheimin. Somuleiðis umboðar nevndin góðan kunnleika til lógargrundarlagið á økinum og til public service-sáttmálan og arbeiðið aftanfyri.

Tórshavn, 11. februar 2011