Tá vallarvarparin tíðliga í seinna hálvleiki staðfesti, at 2.986 áskoðarar vóru til landsdystin móti Serbia, var hetta samstundis ein undirstrikan av, at áhugin fyri fótbóltslandsliðnum tykist mest sum endurnýggjaður. Vit skulu leita aftur til dystirnar móti Italia og Skotlandi fyri tveimum árum síðani fyri at finna líknandi áskoðaratøl, og spurningurin er so, hvussu nógv hesi vera, tá Frakland kemur á vitjan seinni í ár.