Mánadagin, týsdagin og mikudagin uppundir festivalin fara flest allir handlar í Klaksvík at hava opið til klokkan 8 um kvøldið. Hósdagurin, sum er eitt slag av Lítla festivalaftan við tónleiki og undirhaldi í býnum, kunnu norðoyingar og festivalgestir hugna sær í býnum til klokkan 23.
Fríggjakvøldið fara handlarnir eisini at spíla seg út, og ivaleyst fara teir sum liggja tættast við festivaløkið, eisini hetta kvøldið at hava hurðarnar opnar til seint út á kvøldið
Leygardagin ber eisini til at keypa inn í Klaksvík, og á vakra túninum í miðbýnum verður skipað fyri hugnaligum sølumarknaði frá klokkan 10 til middags, har Kátu Hornini, Crawling blue og Peter Thorup Trio fara at spæla góðan summarjazz og nógvar góðar vørur verða at fáa.