Fiskivinnuskúlin skipar fyri skeiðum

Havbúnarfelagið hevur ynskt at bøta um ástøðiliga førleikan hjá teimum, sum starvast í føroysku alivinnuni, og hevur tí heitt á Fiskivinnuskúlan

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna skipar í hesum døgum fyri tveimum skeiðum til alivinnuna. Eitt skeið er til alarar á sjónum og eitt til smoltalarar. Skeiðini eru ætlað til starvsfólk í føroysku alivinnuni, sum ikki hava serliga útbúgving innan virkisøkið.

Havbúnarfelagið hevur ynskt at bøta um ástøðiliga førleikan hjá teimum, sum starvast í føroysku alivinnuni, og hevur tí heitt á Fiskivinnuskúlan um at skipa tvey skeið ? eitt fyri starvsfólk á alistøðum á sjónum og eitt fyri starvsfólk á smoltstøðum.


Innihald á skeiðnum

Á skeiðunum verður m.a. undirvíst í laksalívfrøði, fóðurlæru, aling og umhvørvi, kynsbúning og vøkstri, sjúkufyribyrging, smoltifisering, resirkulering og tøku og hagreiðing.

Hesi fyrstu skeiðini til alivinnuna eru á byrjunarstøði og verða møguliga fylgd upp við dagskeiðum, har meira verður gjørt burturúr einstøkum evnum.


Á Hotel Eiði

Skeiðini verða skipað sum vistarskeið á Hotel Eiði 7. og 8. feb. og 14. og 15. feb. 2000. Tey, sum undirvísa á skeiðunum eru: Ingvard Fjalstein, Ragnar Joensen, Guðrið Andorsdóttir, Hørður Wardum, Rúni Dam, Jan Sørensen, Ole Jurgens, Lena Leivsdóttir og Janet F. Johannesen.