Fiskivinnuskúlin – góður og gagnligur

Eg havi í nógv ár undirmett Fiskivinnuskúlan í Vest­manna. Játtaði tó iv­ing­ar­sam­ur fyri knøppum ári síðani at stuðla smávegis, fyribils. Og tað havi eg ikki angra. Tí betri skúla skal ein leita leingi eftir, hóast hann hevur síni lýti

At eg havi undirmett skúlan, man neyvan gera til ella frá. Verri er, at mynd­ug­leik­ar, for­eldur at ungdómi í mið­náms­skúlaaldri og tey ungu sjálvi eisini tykjast at undirmeta hann. Í hvussu er, hev­ur næmingatilgongdin hig­artil verið í minna lagi við tað, at hann skal eitast at tæna okkara høvuðs­vinnu. Og Løgting og skúl­a­mynd­ug­leikar hava vist ov leingi givið skúlanum ov lítlan ans. Og tað hava hvørki næm­ing­ar, skúli ella sam­felag upp­i­borið.
Tað er hetta eg vil royna at gera vart við, áðrenn farið verður undir nýggjan tein, t. e. nýtt skúlaár, nýbygging og nýggjar útbúgvingar. Høvi býðst umframt at heita á skúl­a­myndugleikarnar at taka seg saman viðvíkjandi onkr­um týdningarmiklum mál­um.
Eftir øllum at døma stavar tað mesta av undirmetingini frá, at skúlin liggur í Vest­manna, at hann er lítil, ov lítlari profilering, og – ikki minst – navninum: Fisk­i­vinn­u­skúlin.
Trý tey seinast nevndu við­ur­skifti kann okkurt gerast við, og verður tað eisini gjørt, men neyvan gerst nak­að í bræði við leguna.
At hann á sinni varð lagd­ur í Vestmanna, var eftir mín­um tykki ein skeiv, lok­al­politisk landstýris­mann­a­av­gerð. Men vit mugu nú einaferð fyrihalda okk­um til veruleikan: Skúl­in er har, farið verður skjótt undir nýbygging, ný­mót­ans­gerð og víðkan, alt með­an einki røkist fyri, at mið­náms­s­kúlar finna saman í depl­ar, t.d. í Havn, Hovi og Kambs­dali/Klaksvík, sum av námsfrøðiligum, synerge­tisk­um og munaligum orsøkum harðliga er fyri neyðini, og sum nú er einasta argument, sum kundi tala fyri, at Fisk­i­vinnuskúlin varð fluttur.
At eg ikki taki gamla arg­u­mentið við um, at ein Fisk­i­vinnuskúli eigur at liggj­a í námind av, har mest fisk­i­vinna er, kemst av, at talan er í lítlan mun um beinleiðis fiska­arbeiði, og at prógv frá hes­um skúla kvalifiserar til so nógv annað enn størv ”bara” í fiskivinnuni. Fisk­i­vinna er bara ein (høvuðs) lær­u­grein av nógvum øðr­um praktiskum og te­or­et­isk­um. Men kortini er hon sera týdningarmikil grein, tí at – og aftur her mugu vit fyrihalda okkum til ver­u­leikan – fiskivinna er okk­ara høvuðsvinna, og verður verðandi tað í langa tíð fram­e­ftir.
Talan er heldur – og verð­ur tað í nógv størri mun í framtíðini – um ein matvøruídnaðarskúla, sum alsamt størri og størri tørv­ur verður á, so hvørt sum áhugi og góðskukrøv til matvørur vaksa. Og tal­an er um ein breitt vinnu”málrættaðan” skúla, sum gevur næmingunum so mikið av vinnufør­leika, at tey flestu seinni kunnu royna seg beinleiðis í ymiskum funk­tión­um á virkjum, og onnur sum leiðarar, t.d. sum verkførararar ella virk­is­eig­ar­ar.
Og samstundis gev­ur skúlin, eins og aðr­ir miðnámsskúlar, lestr­ar­før­leika, t.e. grundarlag fyri at fara undir hægri fram­halds­lestur. Eisini er hann lærl­ingaskúli.
Ein niðurstøða hjá skúl­a­leiðsluni av hesum er, at skúlin eigur at fáa navn­a­broyting. Uppskot eru væl­komin, haldi eg meg hava hoyrt.
Fyrsta áheitan mín til myndugleikarnar er tí: Bindið um heilan fing­ur við at fara undir at nøkta alsamt vaksandi før­leik­a­tørvin viðvíkjandi mat­vør­u­fram­leiðslu og –dygd sum skjótast. Og gagnnýtið Fisk­i­vinnuskúlan í stóran mun til hetta við at vaksa um hann, men gerið tað kortini hóvliga og við atliti at øðr­um skúlaformum. Valla er tað nakar, sum ivast í tí sam­felagsgagnliga at gera so.
Næsta áheitan mín er: Gev­ið øllum miðnámsskúlum møg­u­leika at undirvísa til og við bachelorstig. Hetta vegna at kunna skapa nakr­ar meiri heilskapaðar út­búgvingar, sergreiningar og at menna lærarar og eggja teimum til. Alt gott at siga um ráðandi hugburðin í Mentamálaráðnum, eftir hvør­j­um ­Fróðskaparsetrið eig­ur at taka sær av øllum, sum er hægri enn miðnám, men mark má vera fyri hvussu leingi, ið vit skulu bíða. Líkt er til, at vit bíða eftir Godot!?. Danir siga: ”Mens græsset gror, dør hors­e­mor”. Tað er júst hetta, sum hendir í føroysku skúl­a­verðini.
Triðja áheitan mín er: Fái nú eina samskipaða bygging í lag úti við Marknagilsvegin í Havn. Eisini her má mark vera fyri, hvussu leingi mynd­ug­leikar okkara lata sær lynda at verða gíslar hjá nøkrum einstaklingum, sum eftir øllum at døma bara hugsa um egnu vælferð. T. d. hevur Tekniski Skúlin í Havn bíðað eftir hóskandi um­støð­um í uml. 40 ár til stórt ó­gagn fyri vinnulívið. Hetta hev­ur so sanniliga eisini nak­að við Fiskivinnuskúlan í Vestmanna at gera, tí at skúl­­a­r­nir verða ”spældir út” móti hvørjum øðrum, hvat ið forðar fyri natúrligari kapp­ing teirra millum og tí fyri menning.
Fyri ikki at gerast alt ov drúgvur, verður innihaldið í undirvísing skúlans ikki umrøtt. Um tað kann les­ast á heimasíðu skúlans www. fiskvest. fo og í upp­lýs­ing­ar­til­fari, sum m.a. fæst frá skúl­a­num.
Men eg kundi hugsað mær at givið lesaranum inn­lit í, hvussu ið eg upplivi Fisk­i­vinnuskúlan sum fyr­i­bils­lærari, ið hevur nokkso drúgvar royndir frá nógvum skúlasløgum og nokkso drúgv­ar praktiskar royndir og royndir í leiðslu:
Fiskivinnuskúlin skilir seg út frá øðrum skúlum við at hava eina sera lítla fyrisiting (skúlastjóri, praktikkleiðari og lestrarvegleiðari), sera ó­prak­t­iskar hølisumstøður (hýs­ing í fýra húsum) og við, at so at siga allir lærarar eru tímalærarar, sum koma og fara, uttan at hava natúrligan møguleika at tosa og vera sam­an.
Hetta talar fyri, at skúlin átti at verið lítið effektivur og ó­unn­iligur hjá næmingum og lær­ar­um at virka í. Men tað er tvørturímóti. Hann virkar væl. Eg haldi orsøkirnar vera hesar:
Leiðslan er suveren. Stjór­in er m.a. arbeiðssamur, gløgg­ur, praktiskur, vis­i­on­er­ur, fyrikomandi, men dug­ir samstundis at vísa fast­leika.
Á nógvum skúlum – og øðrum arbeiðsplássum fyri tað – miskilja lærarar og starvs­fólk, serliga sovorðin, sum ongantíð hava pissa í saltan sjógv, t.e. ikki hava vinn­ulívs­royndir, teirra leik­lut, og blanda saman ráð­veit­ingarrætt og –skyldu við avgerðarrætt. Og nógva staðni hava fólk, sum fáa litið upp í hendur at taka sær av ávísum funtiónum, lyndi til at suboptimera og gera álitisstarvið til eitt slag av stati í statinum ella smákongaríki, sum tikið verður til, ofta við trivn­að­ar­forðandi og korr­ump­erandi av­leiðingum.

Leysa tilknýtið hjá lær­ar­u­num og lítla, men mun­a­dygga fyrisitingin ger, at her fær skúlastjórin loyvi til at vera stjóri, og tað er ikki gingið honum til høvdið. Hann sleppur at spæla uppá allar leiðslu­formastreingir, sum skiftandi umstøður krevja, og hann er – og tað hev­ur ikki minst at týða – sjónligur. Hann letur øll – eisini næmingar – koma til orðanna. Hann er opin fyri øll­­um og fremur neyðugt (og bara neyðugt) eftirlit, sjón­liga. Har er við øðrum orðum ikki talan um eina leiðslu, sum búrar seg inni í einum teldu­kliva, sum fremur eft­ir­lit eftir ”big brother watch you” – háttinum, og annars næst­an bara kommunikerar við av og á at glaða, oftani við nógvum royki men ong­ari grind, men heldur líkt pávavali í Rom.
At hini bæði álitisfólkini eru sera væl at sær komin og avhildin, ger bara støðuna uppaftur betri.
Ein annar fyrimunur er, so løgið tað kann ljóða, tím­a­læraraskipanin. Í prin­sipp­i­num tarnar tað ­sjálv­andi samskifti, at fólk ikki eru á staðnum og skúl­in spjaddur, men við First Class netsamskiftis­skip­an­ini, við at skúlin við stutt­um millumbilum opið kunn­ar um støðuna, og við at skúlin javnan skipar fyri fundum, skeiðum og ymsum fel­agstiltøkum, bæði fyri næm­ing­um og lærarum, gongur alt sum eftir ánni.
Lærararnir eru valdir við hepnari hond: Mest ser­frøð­ing­ar við drúgvum arbeiðs­roynd­um, sum tykjast at hava viðføddar gávur at undirvísa. Teir sýnast ikki at verða fongdir við her­vi­l­igu sóttini í heilum at im­por­t­era og implementera nýggj­ar og stressandi und­ir­vís­ingarhættir, sum alt ov oftani verður gjørt fyri at dekka yvir ómegd. Umframt at dáma ungdómin og at und­irvísa nýta teir heldur fak­ligt innlit, royndir, vitan, síni refleks­ivu evnir og kar­is­mat­i­sku persónsmensku at motivera næmingarnar við. Og næmingarnir eru mot­i­ver­að­ir – ið hvussu er ein stórur meir­iluti.
Og teir mugu arbeiða hart. ”Nihil sine labore” æt eitt sigarslag, sum fyri nógvum árum síðani fekst hjá Oskari Arge, sála. Tað merkir: Einki úrslit uttan arbeiði.
Eisini virkar tað sum um tímalæraraskipanin forð­ar fyri óhepnum, men rætti­liga vanligum menn­iskja­lig­um yndisítrivum so sum at øvunda, fara við slatri, sníkja og bakbíta. Og fyri fyr­i­brigdum sum at tosa nið­ur til næmingar resp. at nýta tey ungu sum takksom offur fyri frelsu frá fákunnu, synd og øðrum dárskapi. Á Fiskivinnuskúlanum verður eingin tvingaður, men heldur til­eggjað(ur).
Truplu hølis- og sam­skif­t­is­umstøðurnar og kostn­að­ar­spillið, sum eisini stendst av at skúlin noyðist at hava somu arbeiðsamboð í øllum fýra skúlahúsunum, amboð, sum annars kundu verið fel­ags, talar so sanniliga eisini fyri at nýggjur skúli verður bygdur.
Men, sum sagt, kunnu vans­ar fylgja við, um ikki rætt verður atborið. Men hesir vans­ar mugu vigast upp ímóti tí stóra samfelagsgagni, ein rætt­i­ligur matvøruskúli kann hava við sær. Hjá mær er eing­in ivi um, hvat ið rættast er at gera her og nú, og ynski eg skúlanum blíðan byr á leið­ini. Samstundis sendi eg blíðar tankar til Gunvør Hoy­dal, sum stríddist so nógv fyri at fáa Fiskivinnuskúla í lag og fyri at gera fiskivinnu til lærugrein á fleiri skúlum. Og hví ikki taka við í hesa takkarheilsan Jógvan Dur­huus, sum fekk skúlan til Vest­manna!