Fiskivinnuráð fyri deyvum oyrum

Fyrsta dagin fer Jacob Vestergaard at lýsa kunngerðina, sum gevur trolarum í bólki-2 og stóru línuskipunum í bólki-3 rætt til at fiska føroysku toskakvotuna á Flemish Kap, hóast Fiskivinnuráðið mutar ímóti.

Tað verða trolarar í bólki-2 og stóru línuskipini í bólki-3, sum sleppa á Flemish Kap eftir teimum 3154 tonsunum av toski, ið Føroyar eiga har í ár. Tað ger Jacob Vestergaard greitt, nú hann fyrsta dagin fer at lýsa kunngerðina, ið skipar fiskiskapin á Flemish Kap.
Í september í fjør var greitt, at føroyska toskakvotan á Flemish Kap øktist við góðum 1000 tonsum, og síðani hevur verið dúgliga gitt, hvør fór at fáa burturúr.
So seint sum mánadagin eftirlýsti formaðurin í vinnunevndini hjá løgtinginum, hví kvoturnar ikki verða skrivaðar út. Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum sigur seg vera sannførdan um, at línuflotin eigur sín sjálvsagda rætt til kvotuna. Eftir hansara tykki átti línuflotin langt síðani at havt fingið tilsøgn um kvoturnar, tí so kundi flotin eisini fyrireikað seg til henda fiskiskapin. Støðan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum hevur tó verið ein onnur. Eftir hansara tykki skal kvotan býtast millum trolarar í heimaflotanum og línuskipini.
Við leistinum hjá Jacob Vestergaard vera tað flakatrolararnir, ið vera við skerdan lut á Flemish Kap. Landsstýrismaðurin hevur í hesum sambandi víst á, at flakatrolararnir hava fingið munandi størri kvotu í Barentshavinum, og harumframt sleppa teir fram at á Flemish Kap, um so er at aðrir skipabólkar ikki megna at fiska føroysku kvotuna har.

Fiskivinnuráðið
Harvið gongur landsstýrismaðurin ímóti tilráðingini frá Fiskivinnuráðnum, sum hevur havt kunngerðina, ið fiskiskapurin á Flemish Kap ætlandi skal skipast eftir, til viðgerðar.
Í síni niðurstøðu sóknast Fiskivinnuráðið eftir grundgeving fyri býtinum. Ráðið vísir á, at søguliga eru tað í fyrsta lagi línubátarnir og í øðrum lagi flakatrolararnir, sum hava verið á Flemish Kap.
- Rímiligt hevði tí verið, at línubátarnir fáa útlutað lutfalsliga størra partin av kvotuni á Flemish Kap, og flakatrolararnir ein lutfalsliga minni part. Vísandi til søgulig rættindi dugir Fiskivinnuráðið onga grundgeving at síggja fyri, at trolarar í bólki-2 nú skulu fáa tillutað rættindi á Flemish Kap, staðfestir Fiskivinnuráðið í síni fundarfrágreiðing.
Jacob Vestergaard hevur áður sagt, at ”søgulig rættindi” eru ikki galdandi meira.
Til hetta argumentið skrivar Fiskivinnuráðið soleiðis:
- Er ætlanin at víkja frá áður nýttum og tungtvigandi atlitum sum ”søguligum rættindum”, so eigur hetta at vera viðgjørt meira nágreiniliga, og fylgjurnar verða kannaðar og lýstar betur, eisini við atliti at øðrum fiskiskapi í øðrum økjum í øðrum skipabólkum, soleiðis at ymisku skipabólkarnir kunnu fyrihalda seg til hetta.

Ónøgd
Sum nevnt vera flakatrolararnir við skerdan lut, nú toskakvotan á Flemish Kap skal býtast út. Tað fekk herfyri øði í reiðararnar á flakatrolarunum, Hanus Hansen, Mortan Johannesen og Anfinn Olsen. Í felags brævi til løgmann og løgtingið skrivaðu teir millum annað:
- Síðani 2010, tá tað aftur gjørdist loyvt at fiska við Flemish Kap, og Føroyar fingu sín part av hesum rættindum – við grundarlagi í søguligu rættindunum – hava tað verið flakatrolararnir Vesturvón, Enniberg og Gadus, sum hava fiskað við Flemish Kap. Mett hevur eisini verið, at hesir flakatrolarar hava verið teir sum eru best egnaðir til henda fiskiskap, tí frystiorkan er stór og skipini sera væl egnaði til henda fiskiskap.??Vit meta tí, at tað er sera løgið, at vit í tíðindabløðunum skulu lesa, at vit ikki fáa hesi fiskirættindi í 2013, hóast at vit stóran part av seinastu 20 árunum hava fiskað á hesum øki – skal hetta bara gloymast!
Fiskivinnuráðið, sum skal hava kunngerðina til ummælis, hevur avgreitt málið. Tí er nú klárt hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lýsa kunngerðina, sum skipar fiskiskapin á Flemish Kap. Tað verður ætlandi gjørt í vikuni.