Fiskivinnuni tørvar visiónir

Vit fáa alt ov lítið burtur úr fiskivinnuni, sigur Janet Fríða Johannesen við Vinnu, sum er í mánadagsblaðnum

 

Okkara høvuðsvinna kundi havt ein hægri umsetning, verið nógv meira áhugaverd, og skapt nógv vitanarstørv, men vit vilja ov lítið við henni, heldur Janet Fríða Johannesen, ráðgevi hjá Atlanticon og fyrrverandi nevndarformaður í Føroya Fiskaaling

Nógvur peningur er í fiskivinnuni, og alt ov lítið verður brúkt til menning og nýhugsan.

Politiskt verður at kalla øll orka løgd í at taka avgerðir um, hvør skal taka fiskin upp, og skipanin stuðlar upp undir, at so nógv tons verða fiskaði sum gjørligt og síðan seld óviðgjørd av landinum. Hetta eigur at kunna gerast betri og á ein hátt, sum í størri mun gagnar føroyska samfelagnum, heldur Janet Fríða Johannesen, sum er kandidat í matvøru við sergrein innan fiskivinnu.

Fiskivinnan átti at verið grundarlag undir eini innovativari vinnu við nógvum avleiddum virksemi. Servitan innan sunnar matvørur, gourmet og fiskaoljur, alskyns háttir at nýta fisk upp á, eins og tilgongdir at virðisøkja fiskin, áttu at verið í hásæti.

Janet Fríða Johannesen er ráðgevi í Atlanticon, men hevur eisini starvast í nógv ár innan fiskivinnuna og oljuvinnuna, millum annað sum formaður fyri Føroya Fiskaaling frá 2001 - 2009.

Les samrøðu við Janet í Vinnu