Tað er eitt sindur torført at gera nakra greiða niðurstøðu um nýskipanaruppskotið, sum tað sær út nú. Skjalið, ið samgongan sendi út í dag er yvirskipa og uttan nágreiningar. Tó eru nakrar ítøkiligar broytingar gjørdar.
Skipanin við uppboðssølu er gjørd einfaldari, har 25% av uppsjóvarfiski og fiskiskapi á fjarleiðum verða boðin út, meðan 75% verða býtt millum teirra, ið eru í vinnu. Grundarlagið undir hesum býtislykli verður kvotur í 2018, ið enn eru ókendar. Býtið er galdandi tá kvoturnar eru ájavnt ella lægri enn kvoturnar í 2018. Fara kvoturnar uppum støðið í 2018, skal Løgtingið taka støðu til um tað verður út sum stutttíðar- ella langtíðarloyvir.
Hetta er tó bert galdandi fyri uppsjóvarflotan og botnfisk á fjarleiðum. Einki broytist fyri heimaflotan í hesum uppskotinum í mun til seinasta uppskot. Tað merkir at landsstýrismanninum verður heimilað at bjóða út í føroyskum sjógvi tann part av heildarkvotuni, ið fer uppum 10,000 tons av toski, 5000 tons av hýsu og 40,000 tons av upsa.
Harumframt verður alt umlagt frá døgum til kvotur. Eginkvoturnar verða roknaðar út frá søguligum hagtølum, ið hava útgangsstøði í tíðarskeiðinum 2006-2017.
Anti-trust mørkini flutt
Mørkini fyri anti-trust eru flutt. Fyrr var ein miðsavnan loyvd á 12%, men tað er koyrt upp á 17.5%, meðan innan hvørt fiskaslag er mest loyvt at eiga 20%. Ein broyting er mest loyvda markið í Barentshavinum, ið er flutt frá 25% niður á 20%.
Markið á veiddum fiski, ið skal umvegis ein uppboðssølu er eisini flutt frá 60% niður á 20%, meðan økiskvoturnar nú eita roynar- og menningarkvotur og taka eitt størri atlit á virðisøking enn tær gjørdu fyrr. Menning av økjum í landinum er enn ein partur av kvotunum.