Árligi pallborðsfundurin um fiskivinnuna á Torradøgunum var í Klaksvík í gjárkvøldið.
Formennirnir fyri allar teir politisku flokkarnar sótu við pallborðið og miðhøllin á skúlanum á Skúlatrøð var fullsett.
Forvitni um, hvat Sambandsflokkurin og samgongan eru komin til í samráðingunum var stórt
Tó blivu tey flestu skuffaði, tí bæði Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og teir tríggir floksformennirnir í samgonguflokkunum, høvdu gjørt avtalu um ikki at tosa um samráðingarnar á almenna fundinum. Tí kom einki nýtt fram á fundinum, sum ikki var gjørt greitt áðrenn.
Høgni Hoydal fanst at, at ov nógv ljós verður varpað á uppboðssøluna og segði, at samráðinganar ikki eru svartar ella hvítar.
-Tað er tí vit samráðast, at finna eina semju, segði Høgni Hoydal
Formaðurin í Sambandsflokkinum segði, at Sambandsflokkurin er sinnaður at lata millum fimm og 10 rosent av rættindunum fara yvir eina uppboðssølu, men hetta er tá ið talan er um nýggj ella óbrúkt rættindi.
Tað hevur verið greitt í eina tíð, at røddir í Javnaðarflokkinum eisini ivast í eini uppboðssølu av rættindum. Almenna støða Javnaðarfloksins er tó, at tey stuðla Høgna í samráðingum við Sambandsflokkin og ikki fyrrenn eitt úrslit fyriliggur harfrá, verður støða tikin til hvørt ein samlaður Javnaðarflokkur tekur undir við uppskotinum.