Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi
Eg væntaði, at tíðin at útgreina mínar hugsanir um framtíðina hjá føroysku fiskivinnuni fór at verða ríkilig hetta til valið um tríggjar vikur, men ein stutt hugleiðing um evnið í valgreinini ”Fiskimenn og løntakarar í fokus” hevur longu skapt slíka øsing millum ávísar búskaparfrøðingar á sosialu miðlunum, at tað helst er neyðugt beinanvegin at koma við einari lítlari útgreining. Ikki at eg tó á nakran hátt ætli at ganga frá tí, eg skrivaði um fiskivinnunýskipan í nevndu grein. Tað havi eg onga orsøk til.
Stutt samanumtikið var boðskapurin hesin: Orðingin um ogn Føroya fólks í verandi lóg um vinnuligan fiskiskap verður tikin í álvara, soleiðis at fiskirættindi undir ongum umstøðum framhaldandi verða latin útvaldum aktørum fyri onki; privatur handil við fiskirættindum skal steðgast í stundini; fiskivinnan skal vera lívfrøðiliga burðardygg.
Og so skrivaði eg hetta:
”Spurningurin um, hvussu pengarnir verða tiknir inn, sum Føroya fólk skal hava fyri fiskirættindini, er ein tekniskur spurningur, sum tað kunnu vera ymsar meiningar um. Sjálvur ynski eg eina skipan, har reiðaríini rinda ein høgan tilfeingisrentuskatt. Tilfeingisrentan er tann óvanligi parturin av avlopinum, ið stavar frá einum rasktri, har atgongdin til vinnuna er avmarkað, eins og hon er í fiskivinnuni.”
Hugfrælsi
Hesar mínar hugsanir hava í ólukkumát loypt øði í ávísar búskaparfrøðingar. Onkrir teirra eru vorðnir so illir, at teir seta spurnartekin við, um eg yvirhøvur eigi at rúmast í Tjóðveldi. Hetta tí eg ditti mær til at brúka mítt hugfrælsi at hugsa um nakað sum helst annað enn eina almenna uppboðssølu av fiskirættindum, soleiðis sum hon er orkestrerað av einum úrvalsliði av búskaparfrøðingum.
Og so verður ein passasja um fiskivinnunýskipan í stevnumiðum floksins endurgivin upp í saman.
Eg skal eisini endurgeva hana her, so ongin er í iva:
”Farið verður frá politiskari útluting av fiskirættindum, ið síðan verða keypt og seld á privata marknaðinum, til eina almenna marknaðarskipan, har veiðirættindi, tvs. fiskidagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgnumskygdum marknaði.”
Manifest ella karmur
Um handan orðingin skal lesast sum eitt dogmatiskt politiskt manifest, ið sigur, at øll fiskivinnan, sum hon er, bara kann verða regulerað eftir einum leisti, nevniliga við sølu av rættindum til hægstbjóðandi, so er onki at kjakast um, tí tá er sjálv fiskivinnan ikki eitt politiskt evni longur, men bara eitt umsitingarmál.
Eg ivist ikki í, at nógv eisini í bestu meining ynskja sær júst eina sovorðna skipan. Friður verið við tí, men eg trúgvi einfalt ikki uppá, at ein slík skipan fer at tryggja øll tey vælsignilsir, sum ídnastu tilhangararnir vænta sær av henni: at øll kunnu sleppa framat at fiska; hægsta marknaðarprís og samstundis trygd fyri, at fiskivinnan verður varðveitt á føroyskum hondum; at hon verður nøkulunda javnbýtt geografiskt; at veiðiførleikar verða varðveittir o. s. fr.
Eg veit eisini, at sera nógvir tjóðveldisveljarar heldur ikki vilja hava eina so tronga tulking av stevnumiðunum. Og eg havi heldur ongantíð hoyrt nakran av oddvitum floksins agitera fyri, at tað ikki ber til at hugsa sjálvstøðugar tankar innan karmarnar, sum stevnumiðini seta.
Heldur ikki, tá eg á røttum stað og í góðari tíð havi gjørt vart við míni sjónarmið – á landsfundinum hjá Tjóðveldi í 2014 og eyka landsfundinum seinni sama ár, tá stevnumiðini vórðu samtykt.
Eg seti ongi ultimativ krøv, sum niður í smálutir fyriskriva, hvussu ein fiskivinnunýskipan skal skrúvast saman. Tað er ein politiskur samráðingarspurningur. Júst tí skrivaði eg eisini, at tilfeingisrentuskattur var eitt ynski – og sostatt ikki eitt krav. Eg vænti tó avgjørt, at onkur gløggur búskaparfrøðingur hevði sæð tað sum eina spennandi avbjóðing, um politiska skipanin bað hann koma við einum boði upp á, hvussu ein slíkur tilfeingisskattur kundi roknast út.
Vissa um arbeiðspláss
Undir øllum umstøðum má tað for sørin vera loyvt at hava eina rúgvu av hugsanum um okkara høvuðsvinnu uttan at verða skuldsettur fyri at vilja varðveita korruptar skipanir. Tað ber væl til at ímynda sær aðrar skipanir, eisini kombineraðar skipanir, ið ikki bara avreiða alla fiskivinnuna útilokandi til kapitalkreftirnar at stýra, uttan at hesar skipanir endiliga skulu vera korruptar. Havi forrestin ikki sæð nakað korrupsjónstryggjað uppboðssølumodell enn.
Eitt, sum eg leggi serligan dent á, er, umframt boðskapin, eg endurgav í byrjanini, at ein fiskivinnunýskipan eisini tekur atlit til arbeiðsplássini, fiskimenninar. Ein fiskimaður skal ikki liva í støðugari óvissu um, hvørt hann enn hevur sín skipskjans um eina viku, ein mánaða ella eitt ár, tí ongin veit, um skipið hevur kvotu ella fiskidagar til ta tíð. Og fiskimenninir skulu ikki á nakran hátt verða verða blandaðir uppí umvegis avrokningina, tá reiðaríir so ella so ogna sær fiskirættindi frá tí almenna.
Um alt hetta er uppfylt, er tað líka mikið, hvussu skipanin eitur.