Skipafloti
Við keypinum av kombineraða nóta-og trolskipinum, Krúnborg, eiga feløgini, sum hjúnini, Elisabeth Eldevig Olsen og Anfinn Olsen saman við íslendska stórfelagnum, Samherja, varða av, nú tvey uppsjóvarskip, ein flakatrolara, fýra ísfiskatrolarar og eitt línuskip.
Í felagnum Framherji, sum varðar av størra helminginum av partapeninginum, eiga hjúnini hvør sín triðing, meðan íslenska felagið, Samherji, eigur ein triðing.
Eingin prísur
Hvørki keypari ella seljari vilja upplýsa prísin, sum Krúnborg er seld fyri, men millum manna sigst, at talan er um størstu íløgu í føroyskari fiskiskipasøgu.
Tøl sum meira 300 mió. krónur fyri skip og veiðirættindi eru nevnd, men eingin vil vátta hetta. Upplýst er tó, at íslendingar bjóðaðu 185 mió. krónur fyri Krúnborg, men tá tóku eigararnir ikki av.
Onkur hevur mett, at keypsprísurin helst er einar tvífalt so stórur, sum virðið er á sjálvum skipinum.
Eingin "sorg"
Tað var sorgardagur í Sørvági, tá ið ein meiriluti av partaeigarunum í P/F Vesturvón avgjørdu at selja flaggskipið í Vágum, men nú Framherji eisini hevur keypt flaggskipið í føroyska uppsjóvarflotanum, hoyrist einki um sorgardagar í høvuðsstaðarøkinum.
Hetta er kanska heldur ikki so undarligt, tí stórur munur er á, hvønn týdning Vesturvón hevði fyri Sørvág í mun til týdningin, Krúnborg hevur fyri høvuðsstaðarøkið.
Átta skip
Skipini, sum hjúnini, Elisabeth E. Olsen og Annfinn Olsen saman við íslendingum varða av, eru nú átta í tali. Hesi eru pelagisku skipini, Krúnborg og Høgaberg, flakatrolarin Vesturvón, ísfiskatrolararnir, Akranes, Dragasund, Vesturleiki og Vestursøki og áttanda skipið er línuskipið, Stapin.










