Fiskimenn viðgjørdu fastlønarskipan

- Ein fastlønarskipan er eitt mál, sum er í stoypiskeiðini, og tí er enn torført at siga, hvussu ein slík skipan kann fáast í lag um allan fiskiflotan, sigur Jan Højgaard. Seinnapartin í dag hevur fundur verið á Klaksvíkar Sjómansheimi fyri limum í Føroya Fiskimannafelag.

Einir 30 mans møttu á fundinum, har høvuðsmálið var ein fastlønarskipan fyri fiskimenn.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hetta var ein góður fundur, har limirnir í felagnum eisini viðgjørdu inntøkutrygdina og ymiskar tryggingarspurningar.

Hann sigur, at fiskimenn eru positivir fyri eini fastlønarskipan, sum hevur grundarlag í sáttmálanum millum fiskimenn og reiðarar.

- Vit hava fastlønarskipanir umborð á pelagisku skipunum, og nú er so ætlanin at fáa slíkar skipanir umboð á flakatrolararnar.

Jan Højgaard sigur, at ein fastlønarskipan er eitt mál, sum er í stoypiskeiðini, og tí er enn torført at siga, hvussu ein slík skipan kann fáast í lag um allan fiskiflotan.

- Vit hava skiftiskipanir umborð á partrolarum, men enn vita vit ikki, hvussu onkur betri skipan kann fáast fyri línuflotan, sum í fjør ikki hevði sínar bestu dagar, sigur hann.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at fiskimenn vilja halda fast um almennu inntøkutrygdina.

- Eingin tímir út á hav, um ikki ein ávís trygd er fyri, at okkurt fæst burtur úr, sigur Jan Højgaard.