Ein liður í at varðveita arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi er, at fiskur ikki verður virkaður umborð á føroyskum fiskiskipum, sum fiska undir Føroyum Herfyri mæltu feløgini í Samtak landsstýrinum til at varðveita sjómannafrádráttin, varðveita 25% markið fyri føroyskum ísfiskalandingum uttanlands - og at mæla frá, at fiskur verður virkaður umborð á føroyskum skipum, sum fiska undir Føroyum.
Víst verður á, at ísfiskaskip ikki hava havt trupulleikar av 25% markinum, og at landingarnar í Føroyum eru grundarlagið hjá fólki í fiskavirkisvinnuni umframt í avleiddum vinnum á landi.
- Feløgini í Samtak mæla til, at grundarlagið undir hesum størvum ikki verður tikið burtur vegna broytingar í fiskivinnupolitikkinum - í navninum á fríu marknaðarkreftunum.
Ein liður í hesum, sigur Samtak er, at fiskur ikki verður virkaður umborð, men kemur upp á land, so fólk runt um í Føroya landi fáa arbeiði av hesum.
Nú oljan er vorðin so dýr, og torført er at fáa raksturin hjá stórum pørtum av fiskiskipavinnuni at hanga saman, eru mong, sum undra seg yvir, at Føroya Fiskimannafelag, sum er partur av Samtak, tekur undir við, at fiskur undan Føroyum ikki skal kunna virkast umborð á føroyskum fiskiskipum.
Hetta er júst ein av gongdu leiðunum, sum okkara fiskiskipavinna hevur víst á í kreppuni, sum nú hóttir við at binda mong fiskiskip til bryggju.
Mangur heldur tað vera undrunarvert, at Føroya Fiskimannafelag tekur undir við at varðveita hámarkið fyri landingum uttanlands, eins og felagið mælir frá, at fiskur veiddur undir Føroyum kann virkast umborð.
Viðmerkingarnar hjá feløgunum í Samtak kunnu eisini lesast á www.fiskimannafelag.fo










