Fiskimálaráðið fekk nú um dagarnar ein kæru frá Skipara- og Navigatørfelagnum um niðurstøðurnar hjá Skipaeftirlitinum um óhappið hjá Norrønu.
Men tað er ivasamt, um Fiskimálaráðið vil gera nakað við kanningina hjá Skipaeftirlitinum.
- Niðurstøðan í frágreiðingini er ikki ein avgerð, og tí er ivasamt, um hon kann kærast, sigur Sólja í Ólavsstovu, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, við Útvarpið.
Skipara- og Navigatørfelagið hevur eisini kært onkra mannagongd í sambandi við málið ? millum annað um skjalainnlit ? og hendan partin av kæruni verður støða tikin til.