Fiskimálaráðið heldur aftur veiðirættindum

Hóast Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ikki náddi at fremja kunngerðina um ætlaðu friðingarar av Føroyabanka, eru framvegis eingi veiðiloyvi útskrivað til línu-og húkaflotan

Føroyabanki

 

Um hesa tíðina fyri fimm árum síðan gjørdi línuskipið Pison, sum tá var heimahoyrandi í Klaksvík, nakrar sera góðar túrar á Føroyabanka. Í tveir mánaðir tjenti manningin 170.000 krónur, sum má sigast at vera óhoyrt í føroyskari línuskipasøgu.

Eftir ólavsøku í 2003 fór línuskipið á Føroyabanka at royna. Skipið gjørdi fýra roktúrar, har samlaða veiðinøgdin var 647.000 pund, sum skipið seldi fyri heilar 5,6 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri veiðina lá millum 18 og 19 krónur fyri kilo.

Hesar fýra túrarnar, sum línuskipið gjørdi á Bankanum hetta árið, fiskaði Pison í tilsamans 32 dagar, og soleiðis lá miðalveiðan omanfyri 20.000 pund um dagin. Eini 80% av veiðini var toskur, og av hesum vóru umleið 95% toskur 1 og toskur 2.

Teir bestu túrarnir góvu ávikavist 193.000 og 192.000 pund.

Ein helmingur av húkunum, sum línuskipið setti, var egndur við sild, sum reiðaríið keypti frá Norðborg. Agnið vísti seg at roynast ógvuliga væl. Sildin var ódrúgvari enn annað agn, men hon var samstundis nógv bíligari at egna.

 

Bankin friðaður

Vit hildu, at henda søgan um línuskipið Pison á Føroyabanka er áhugaverd, nú seinnu árini hava víst, at lítil fiskur hevur verið at fingið á Bankanum.

Fiskifrøðiligu tilmælini eru, at Bankin skal friðast fyri allari veiði, eisini húkaveiði, nú toskurin á Føroyabanka eftir øllum at døma er so illa fyri.

Sama dag, sum løgmaður Jóannes Eidesgaard gjørdi av at tveita Tjóðveldi úr samgonguni, kunngjørdi táverandi landsstýrismaður, Tórbjørn Jacobsen, at hann við kunngerð fór at friða Føroyabanka fyri allari botnfiskaveiði.

Friðingarnar skuldu fevna um alla veiði, bæði trolveiði, sum Bankin seinastu árini hevur verið friðaður fyri, men eisini fyri allari húkaveiði.

Tórbjørn vísti á, at kunngerðin um friðingarnar var til ummælis í Fiskivinnuráðnum, men áðrenn landsstýrismaðurin fekk stundir at seta friðingarnar í verk, slitnaði samgongan, og landsstýrismaðurin noyddist at stinga í sekkin.

 

Eingi veiðiloyvi

Tá ið Tórbjørn Jacobsen ikki náddi at seta ætlaðu friðingarnar á Føroyabanka í verk, skuldu vit trúð, at skipanin á Bankanum er hin sama, sum hon hevur verið – og í gomlu skipanini er Bankin ikki friðaður fyri línu-og snelluveiði.

Sosialurin hevur tó skilt, at Fiskimálaráðið higartil ikki hevur viljað skriva út veiðiloyvini á Føroyabanka, og spurningurin er nú, um hetta ikki er at ræna fiskidagar frá teimum skipum og bátum, sum afturvendandi hava havt loyvi at veiða á Bankanum.

Í stuttum práti við formannin í Línuskipum í gjár, Jóhannes M. Olsen, sigur hann, at eingi loyvi eru skrivað út enn, og tað metir hann ikki vera í samsvar við lógina um vinnuligan fiskiskap, nú eingin kunngerð um friðingar enn er lýst.

Tað eru reiðaríir, sum hava keypt sær dýrar fiskidagar á Føroyabanka, og nú Fiskimálaráðið afturheldur hesum veiðirættindum, sum framvegis áttu at verið galdandi, er tað ein spurningur, um hetta ikki er brot á galdandi lóg.

Sosialurin fer at venda aftur til hetta mál í vikuni.