49 ára gamla Hedvig Winther í Skopun var hin fyrsta, sum sett varð í starv hjá Sandoy Seafood hin 8. august í 1997, og stendur tað til hana, tekur hon gjarna 17 ár á virkinum aftrat.
Saman við trimum øðrum fólkum hevur Hedvig ongantíð verið uppsøgd, tó at eingin fiskaframleiðsla hevur verið á virkinum tað mesta av einum ári.
- Um 17 ár nærkist eg pensjónsaldrinum, og tá kundi kanska verið passandi at givist, sigur hon brosandi.
Hedvig Winther, sum øll árini hevur verið fíggjarleiðari á virkinum, vísir á, at hon altíð hevur stórtrivist á virkinum og við leiklutinum sum fíggjarleiðari, tó at tað ikki altíð hevur verið ein so ógvuliga løtt uppgáva.
Hon heldur, at henda tíðin, har einki fiskaarbeiði hevur verið, og hon kortini hevur verið í starvi hjá felagnum, vísir, at tey, sum standa aftan fyri felagið, eru nøgd við tað arbeiði, sum hon hevur gjørt hesi 17 árini.
- Jú, eg føli, at leiðslan hevur havt og framvegis hevur álit á mær og heldur, at eg havi dugað míni ting. Tað er ikki sørt, at tú undir slíkum umstøðum kennur teg virðismettan - um tað nú er rætta orðið, leggur hon aftrat.
Hedvig sigur seg onga løtu ivast í, at bæði tey, sum hava staðið aftan fyri virkið øll hesi ár og tey, sum nú stuðla undir fyri at fáa virkið upp at koyra aftur, vilja Sandoynni væl.
Gongur alt, sum ætlað, letur fiskavirkið í Skopun uppaftur um ikki so langa tíð og tey, sum eru bjartskygd, vænta, at latið verður uppaftur seinni í hesum árinum.
- Fiskavirkið í Skopun er ein stórur partur av mínum lívi, og vit eru mong í Sandoynni sum gleða okkum til, at gongd kemur aftur á fiskaframleiðsluna.
Hedvig Winther heldur, at tá virkið letur uppaftur - vónandi um ikki so nógvar vikur - verður hetta ein stór jólagáva til tey í oynni, sum hava verið knýtt at hesum virksemi í nógv ár.