Í nýggjastu útgávuni av "Alitíðindum'" hevur Kristian Petersen, stjóri í Fiskaaling, grein um lúsateljingar, sum Fiskaaling ger fyri alivinnuna.
- Vit veita alivinnuni fleiri ymiskar tænastur. Ein av hesum er at fylgja neyvt við gongdini av laksalús. Arbeiðið verður skipað eftir kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski.
Kristian Petersen vísir í greinini á, at innan laksaaling er lúsin ein afturvendandi trupulleiki og er til tíðir til stóran ampa fyri bæði alifisk og alivinnu. Tiltøk eru sett í verk fyri at tálma nøgdini av laksalús. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur álagt øllum alifeløgum at hava regluligar teljingar av lús fyri at hava yvirlit yvir støðuna. Koma tølini yvir eitt ávíst markvirði, verður kravt, at alifeløgini viðgera fiskin fyri at fáa tølini niður aftur.
- Vit bjóða hesa tænastu, sum alifeløgini hava tikið væl ímóti. Eisini bjóðar Fiskaaling feløgunum inn til felags kunning um lúsastøðuna umleið einaferð um mánaðin.
Stjórin vísir á, at regluligu teljingarnar geva eitt nú eina betri mynd av, nær vandi er fyri stórum populatiónsvøkstri av laksalús á einstøku alibrúkunum, og hvørja ávirkan tær ymisku viðgerðirnar hava. Sum tíðin gongur, geva hesi tøl væntandi eisini betri innlit í sveiggini í tali av lús gjøgnum árstíðir og yvir ár.
- Laksalúsin ferðast við streyminum, til hon finnur ein vert at seta seg á. Modelleringar, gjørdar aðrastaðni av spjaðingarmynstrinum hjá laksalúsini, vísa, at tær kunnu ferðast við streymi, vindi og temperaturi soleiðis, at ofta er ilt at siga nágreiniliga, hvar lýsnar frá einum ávísum alibrúki enda, sigur stjórin í Fiskaaling.
Hann leggur aftrat, at alifeløgini eru ógvuliga tilvitaði um laksalúsina, og um hvønn skaða hon kann gera á alifiskin.
- Kunngerðin hevur ásetingar um, hvussu ofta teljingar skulu fara fram, men alifeløgini ynskja, at teljingarnar verða gjørdar oftari enn hetta, sigur Kristian Petersen.