- Vit hava bara góðtikið, at vit fiska ov nógvan svartkjaft, men kanska er ov lítið at eta, og kanska hevur sildastovnurin og nú veksandi makrelstovnurin etið alla føðina. Formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, hevur áhugaverda grein á heimasíðu felagsins. Greinin snýr seg um tað, hann rópar biomassan av uppisjóvarfiski í norðurhøvum. Hann vísir til talvu, sum Norski Havgranskingarstovnurin hevur gjørt um pelagisku fiskastovnarnar í mun til føðina (reyðæti), sum er í sjónum og sum er grundarlagið undir fiskastovnunum.
- Biomassin av uppisjóvarfiski í norðhøvum er søguliga stórur. Sildin er tann stovnurin sum er nógv størstur, onkustaðni millum 11 og 13 miljónir tons. Eisini er makrelurin í vøkstri, meðan svartkjaftastovnurin tó er í stórari minking.
Viberg Sørensen vísir á, at alt hetta tilfeingið skal hava at eta og er alla tíðina í leiting eftir føði.
- Tað skal ein ófatiliga stór mongd av føði til at halda hesum tilfeinginum á lívi.
Tí spyr reiðarafelagsformaðurin, um tað kann hugsast, at makrelstovnurin, sum er vaksin so nógv, leitar í ein útnorður eftir føði?
- Vit vita ikki, hvussu nógvur makrelur er í okkara sjógvi, men íslendingar fiska 130.000 tons beint vestanfyri okkum. Tað sigur okkum, at her er nógv til.
Hann vísir á, at reyðæti er maturin, sum fiskasløgini liva mest av, og kappingin millum ymsu stovnarnar hevur eisini verið stór.
- Nú eru norskir fiskifrøðingar farnir at ivast í, um tað er nóg nógv av føði til alla hesa øgiligu mongd av fiski. Teir undrast á, at upsin ikki veksur meira, enn hann ger, og hvalur er ikki so nógvur at síggja í spísikamaranum hjá okkum her norðanfyri, sigur Viberg Sørensen.