Á Fish Fair í morgun hevur Tórshavnar Skipasmiðja undirskrivað sáttmála um at smíða tvær tvíkiljur Fish Fair er staðið, har keyparar og seljarar hittast. Onkuntíð spyrjast sáttmálar burturúr og tað
er Fish Fair hesuferð eitt dømi um.
Tað var ikki meiri enn ein tími farin av stevnuni, tá ið tann fyrsti sáttmálin varð undirskrivaður. Og
hann var ikki av teimum heilt lítlu heldur, tí talan var um ein milliónasáttmála.
Tað var Tórshavnar Skipasmiðja sum skrivaði undir sáttmála við Vest Salmon um at byggja tvær tvíkiljur til alibrúkið hjá Vestlaks.
Tvíkiljurnar skulu latast eigaranum 21. november.
Hóast sáttmálin varð undirskrivaður í dag, á Krossmessu, hava samráðingar sjálvandi verið eina tíð um sáttmálan.
Tvíkiljurnar eru 14 metrar langar og seks metrar breiðar og tær kosta 7,6 milliónir, tilsamans.
Hetta verða fyrstu tvíkiljurnar, sum verða bygdar á Tórshavnar Skipasmiðjuni.
Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni fegnast um bíleggingina og hann sigur, at í hesum føri verða bæði skrokkar og alt annað arbeiðið gjørt í Føroyum.