- Í løtuni hava eg onga støðu tikið til nakað sum helst. Eg havi eitt virki, sum hevur brúk fyri mær ? men tað kann sjálvandi nógv broytast til januar, sigur Rodmundur Nielsen Tá eitt val nærkast ? tað verið seg løgtings-, fólkatings-, ella kommunuval ? kemur røringur í politiska landslagið, og søgur av alskyns slagi byrja at ganga um hendan og handan kenda føroyingin, sum nú skal stilla upp fyri skjótt hendan, skjótt handan flokkin.
Ein av teimum, sum serliga nógvar søgur ganga um í hesum døgum, er Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Áhaldandi pástandir hava verið settir fram um, at hann skal finnast á Sambandslistanum til komandi val
- Í løtuni taki eg tað róligt. Nógv verður sjálvandi tosað, men eg havi ikki tikið nakra støðu enn. Men tað er væl rætt, at tað finst meiri enn tann eini møguleikin, tá tað kemur til uppstilling til komandi løgtingsval. Og sjálvt um ongar ítøkiligar ætlanir í løtuni eru um at stilla upp, so kann nógv sjálvandi broytast fram til januar, sigur Rodmundur Nielsen.
Fyrrverandi borgarstjórin hevur annars gingið fyri at vera fólkafloksma?ur, men sum kunnugt kann nógv henda í politikki ? og sum Jens Otto Krag segði á sinni: Man har et standpunkt til man tar et nyt!