Finskt dreingjakór vitjar kórið undir Brúnni

Kórini fara at syngja á konsertum í Norðurlandahúsinum 1. mai og í Christianskirkjuni 2. mai

Hvør kennir ikki finska tónaskaldið Jean Sibelius og vakra lag hansara Finlandia. Nú verður so møguleiki at hoyra sangin á upprunamálinum, tí eitt finsk kór er á veg til Føroya at hava konsertir.

Dreingjakórið undir Brúnni verður vertur, og føroysku dreingirnir hava vant dúliga fyri at kunna syngja Finlandia á finskum saman við finska kórinum. Finski føroyingurin Thorolf Björklund hevur eisini verið uppi í leikinum og hjálpt til at fáa úttaluna upp á pláss.

Finska dreingjakórið “Tavastehus Gosskør” er kór í evangelisk-luthersku kirkjuni í Tavastehus, 100 kilometrar sunnanfyri høvuðsstaðin Helsinki. Og tá talan er um eitt kirkjukór, ávirkar tað sjálvsagt sangúrvalið. Breitt má tað tó sigast at vera, tá spennið er frá greorianskum til gospel og frá fólkatónleiki til sangleikir umframt sangir úr filmslistini og popptónleikinum.

Tað er eisini galdandi fyri konsertirnar í Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni, at talan er um eina breiða skrá – frá tí klassiska til gospel og frá fólkatónum til nútímans sang.


Kórskúli fyri børn og ung

Kórið byrjaði í 2000 og leiðari er Ismo Savimaki. Hann er útbúgvin á Sibelius-akademinum og virkar sum kantor, tvs. organistur og kórleiðari í evangelisk-luthersku Tavastehus-Vånå kirkjuni. Har hevur hann fýra kór, ið samstundis kunnu sigast at vera kórskúli fyri børn og ung.

Saman við dreingjakórinum á ferðini til Føroya eru eisini nøkur úr ungdomskórinum, Vånå Ungdomskør, ið byrjaði longu í 1996. Tað er vanligt at kórini læna sangarar hvør frá øðrum, alt eftir hvat er á skránni. Kórini hava verið fleiri uttanlandsferðir, og á heysti í 2008 skal ungdómskórið umboða ungdómskórini í finsku kirkjuni á kirkjutónleikasymposium í Stavanger.

Fyri Dreingjakórið undir Brúnni er tað stórur heiður at fáa so forkunnuga vitjan. Føroysku dreingirnir eru bodnir at syngja Finlandia saman við finska kórinum, og Dreingjakórið undir Brúnni fer fer eisini at syngja nakrar sangir, áðrenn finska kórið trínur fram.

Dreingjakórið undir Brúnni hevur verið virkið í fleiri ár, og teir sum nú syngja, eru triðja ættarlið, kunnu vit siga. Kórið hevur sungið í bæði útvarpi og sjónvarpi og var fyri nøkrum árum síðani væleydnað konsertvikuskifti í Reykjavík. Nakrir av teimum, sum áður hava verið uppi í, eru nú komnir aftur at hjálpa teimum yngru at syngja fleirraddað saman við finska kórinum.

Dreingjakór eru forkunnugir gestir í Føroyum, og Dreingjakórið undir Brúnni vónar, at fólk møta fjølment til konsertirnar, nú finsku dreingirnir koma allan vegin úr Finnlandi til Føroya at syngja fyri okkum. Tað hevði serliga glett kórini, um nógv børn og ung vórðu at síggja millum áhoyrararnar.

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum týsdagin 1. mai kl. 16 og í Christianskirkjuni mikudagin 2. mai kl. 19