Finskir dómarar døma dystin millum Litava og Føroyar

Finska dómaraparið hevur nøkur ár á baki í altjóða hondbólti

Sami Kinnari og Johan Skogberg hava verið altjóða dómarar í meir enn seks ár

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti avrikaði væl í fyrra Play Off dystinum móti Litava í høllini við Tjarnir.

 

Føroyar vunnu 36-26, og hava harvið eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Jonova í Litava.

 

Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 14, tað er klokkan 16 litaviska tíð. Samlaði vinnarin tekur lut í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi.

 

Tað vera finskir dómarar, ið koma at døma hendan sera týdningarmikla dystin, ið gerst søguligur um okkara tapa við níggju málum ella fáa eitt betri úrslit enn tað. 

 

Sami Kinnari og Johan Skogberg eita mennirnir, ið manna dómaraparið. Teir eru báðir 41 ára gamlir.

 

Teir gjørdust altjóða dómarar 9. mars í 2019, og hava sostatt meir enn seks ár á baki sum altjóða dómarar, so dysturin skuldi verið í góðum hondum. 

 

 

 

Sami Kinnari og Johan Skogberg hava verið altjóða dómarar í meir enn seks ár