Gøtumaðurin Finnur Justinussen var í stórformi fyri Fremad Amager í dag, tá Fremad Amager í dag á heimavølli á Sundby leikvøllinum frammanfyri 1.075 áskoðarum vann 2-1 á HIK í uppflytingarbólkinum í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini.
Finnur Justinussen var á blettinum í 64. og í 69. minutti, og skeyt bæði málini hjá Fremad Amager. Finnur Justinussen hevði eisini aðrar málmøguleikar, og kundi fingið eitt hattrick í dag.
Christian Lamhauge Holst kom inn á vølli fyri Fremad Amager tað seinasta korterið av dystinum. Partur av Fremad Amager er eisini Heini Vatnsdal, sum aftur var við frá byrjan í dag.
Fremad Amager er næstovast í uppflytingarbólkinum í triðbestu deildini við 30 stigum, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið AB.
Komandi leygardag spælir Fremad Amager á útivølli ímóti Brabrand.