Fremad Amager, sum hevur Finn Justinussen og Heina Vatnsdal í hópinum, spældi í dag venjingardyst móti AB Tårnby. Finnur Justinussen skoraði eitt av málunum í 3-2 sigrinum.
Kendi venjarin hjá Fremad Amager, John ”Faxe” Jensen, fekk møguleika at síggja allar spælarar í dysti, so talan var um ein ordans venjingardyst við nógvum útskiftingum. Finnur Justinussen, sum spælir við Fremad Amager á øðrum sinni, skoraði til 2-0, tá hann stútaði bóltin í málið.
Hann hevur ikki fingið sítt gjøgnumbrot í hvørki donskum ella svenskum fótbólti, men víst síni evnir í Víkingi. Nú er vónin, at gøtumaðurin sleppur framat í Fremad.
Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at tað vóru lutfalsliga nógvir áskoðarar til dystin, sum er tann fyrst eftir ársskiftið. Fremad Amager liggur á fimta plássi í næst bestu deildini í Danmark.









