Týsdagin 25 juli verður Finnur Johannessen 65 ár.
Finnur er føddur og uppvaksin í Skopun. Sonur Elli og Kinnu úr Skopun. Tey eru fýra systkin Birgit, Erling, Bergtóra og Finnur.
Finnur er útbúgvin málari og hevur starvast víða í norðanlondum, men best trívist hann á skúlavegnum við penslinum og góða gamla Fiatinum.
Vit systkin við børnum og familju takka fyri alt tú er fyri okkum og ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum, við ynskjum um alt gott í komandi tíð.
Vinarliga vit í Skopun, Norra og Danmark