TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Finn Justinussen hjá Víkingi, sum tuskaði og rann í álopinum hjá Vìkingi í 0-2 tapinum ímóti FK Ventspils í seinna dystinum í Europa League undankappingini.
Um dystin á Svangaskarði sigur Finnur Justinussen, at summir dystir eru stuttligari enn aðrir dystir, við einum brái av vónbroti viðgongur hann eisini, at tað hevði verið stuttligt at møtt skotska liðnum, Aberdeen í aðru rundu í Europa League undankappingini.
Finnur Justinussen helt, at talan var um ein góðan dyst fyrstu løtuna, har m.a. Filip Djordjevic rakti yvirleggjarin, men so broyttist alt.
Nú gleðir Finnur Justinussen seg bara til fyrsta dystin í effodeildini, sum verður í Sarpugerði í Norðragøtu, sunnudagin 24. juli.