TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Fremad Amager-spælaran, Finnur Justinussen, sum stríddist manniliga í tí føroyska álopinum.
Finnur Justinussen er nøgdur við fyrsta korterið av dystinum, har hann heldur føroyska liðið stóð seg væl, og kom til góðar støður, men so fall liðið ov langt aftur á vøllin, og Sveis tók yvir, og var leikstýrandi tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki.
Finnur Justinussen heldur tó, at seinni hálvleikur var betur, har føroyska liðið fekk hildið Sveis frá tí mesta. Hann viðurkennir tó, at mótstøðuliðið var sterkt.
Persónliga er Finnur Justinussen nøgdur við menningina hann hevur upplivað í Fremad Amager seinastu tvey árini, har hann heldur seg hava fingið meiri ábyrgd.