Finnur Fríði mynstraði í Fuglafirði 28. juli, teir hava roynt eftir sild norðanfyri Føroyar. Fitt av makreli var at síggja, serliga í vestara partinum í føroyskum sjógvi og eisini inn í íslendskt øki, sást makrelur, teir sóu eisini nógvan svartkjaft norðanfyri, tað var stórur svartkjaftur.
Finnur Fríði og Fagraberg partrolaðu eftir sild 80 fjórðingar í ein landnyrðing úr Langanesi. Teri fingu góða sild - 360 gram í miðal. Finnur Fríði landar u.l. 700 tons av sild til matna í Lerwick í dag. Prísurin er 2,90 fyri kilo. Fagraberg landar í Peterhead.